Í nátt vil eg fara um Egyptalandið og drepa allar frumburðir í landinum bæði av monnum og djórum og fella dóm yvir allar gudar Egyptalands. Eg eri Harrin. Blóðið skal vera tykkum tekin á teimum húsum, sum tit eru í, og tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum, so at plágan ikki meinar tykkum, tá ið eg slái Egyptaland.