Og hann segði: «Lýður tú rødd Harrans, Guðs tíns, og gert tað, sum rætt er fyri honum, og lurtar eftir boðorðum hans og heldur allar fyriskipanir hans, tá skal eg onga av teimum sóttum leggja á teg, sum eg læt koma yvir Egyptar; tí at eg, Harrin, eri tann, ið grøðir teg.»