Tá segði Harrin við Móses: «Skunda tær oman aftur, tí at fólk títt, sum tú leiddi út úr Egyptalandi, hevur gjørt skaðagerð! Skjótt viku teir av teirri leið, sum eg beyð teimum at ganga! Teir hava gjørt sær stoyptan kálv; og teir hava tilbiðið hann og framborið honum offur og sagt: Her, Ísrael, er gud tín, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!»