1
Exodus 8:18-19
BÍBLIA
FB
Rúnarmenninir royndu nú eisini við rúnarveldi sínum at fáa mýggjabitar fram; men teir kundu tað ikki; og mýggjabitarnir løgdust bæði á menn og djór. Tá søgdu rúnarmenninir við Fárao: «Hetta er fingur Guðs!» Men tó herdi Fárao hjarta sítt og vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt.
Compare
Explore Exodus 8:18-19
2
Exodus 8:1
Síðan segði Harrin við Móses: «Gakk inn fyri Fárao og sig við hann: So sigur Harrin: Gev fólki mínum loyvi at fara, so at teir mega tæna mær!
Explore Exodus 8:1
3
Exodus 8:15
Men tá ið Fárao sá, at tað var lætt í, herdi hann aftur hjarta sítt og vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt.
Explore Exodus 8:15
4
Exodus 8:2
Men synjar tú fyri at lata tey fara, tá skal eg týna alt land títt við froskum.
Explore Exodus 8:2
5
Exodus 8:16
Harrin segði tá við Móses: «Sig við Áron: Rætt út stav tín og slá á dust jarðarinnar; tað skal verða at mýggjabitum um alt Egyptaland!»
Explore Exodus 8:16
6
Exodus 8:24
Harrin gjørdi nú soleiðis og læt øgiligar flokkar av bitflugum herja á hús Fáraos og hús tænara hans og um alt Egyptaland, so at landið var illa farið av bitflugum.
Explore Exodus 8:24