1
Triðja Mósebók 19:18
BÍBLIA
FB
Ver ikki hevnisamur og goym ikki meinhuga móti tjóðfelagum tínum; men tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Eg eri Harrin!
Compare
Explore Triðja Mósebók 19:18
2
Triðja Mósebók 19:28
Og tit skulu ikki skera tykkum skeinur í holdið deyðum til bata og ikki heldur rista merki í húðina. Eg eri Harrin!
Explore Triðja Mósebók 19:28
3
Triðja Mósebók 19:2
«Tala við allan savnað Ísraelsmanna og sig við teir: Tit skulu vera heilagir, tí at eg Harrin, Guð tykkara, eri heilagur!
Explore Triðja Mósebók 19:2
4
Triðja Mósebók 19:17
Lat ikki hjarta títt hýsa hatri móti bróður tínum, men hav álvarsliga at honum, so at tú ikki verður syndasekur hansara vegna.
Explore Triðja Mósebók 19:17
5
Triðja Mósebók 19:31
Tit skulu ikki leita ráð hjá dreygum og ikki spyrja spásagnarandar, so at tit verða óreinir við teimum. Eg eri Harrin, Guð tykkara!
Explore Triðja Mósebók 19:31
6
Triðja Mósebók 19:16
Tú mást ikki ganga um við sleyi móti tjóðfelaga tínum og ikki royna eftir lívi næsta tíns. Eg eri Harrin!
Explore Triðja Mósebók 19:16