Exodus 10:13-14
Exodus 10:13-14 FB
Tá rætti Móses stav sín út yvir Egyptaland, og Harrin læt eystanvind blása inn yvir landið allan tann dagin og alla náttina; og tá ið tók at lýsa fyri degi, kom eystanvindurin við ongsprettunum. Og ongspretturnar komu inn yvir alt Egyptaland og løgdust á allar landslutir í so miklum flokkum, at tílíkt ikki hevur verið áður og verður ongantíð aftur.





