Exodus 10:21-23
Exodus 10:21-23 FB
Tá segði Harrin við Móses: «Rætt út hond tína móti himni, so skal koma yvir Egyptaland tílíkt myrkur, at takandi er í tað!» Og Móses rætti út hond sína móti himni; tá varð bølamyrkur um alt Egyptaland í tríggjar dagar. Eingin sá annan, og eingin flutti seg haðan, sum hann var staddur í tríggjar dagar; men allar staðir, har Ísraelsmenn búðu, var ljóst.





