Exodus 16:3-4
Exodus 16:3-4 FB
Og Ísraelsmenn søgdu við teir: «Gævi vit vóru deyðir fyri hond Harrans í Egyptalandi, har vit sótu um kjøtpottarnar og ótu okkum mettar; tí at tit hava leitt okkum út í hesa oyðimørk, til tess at lata alla hesa mannfjøld doyggja í hungri!» Men Harrin segði við Móses: «Sí, eg vil lata regna breyð av himni niður til tykkara; og fólkið skal fara út hvønn dag og henta so mikið, sum teimum dagliga tørvar; soleiðis vil eg royna teir, um teir ganga eftir lóg míni ella ikki.





