Exodus 17:6-7
Exodus 17:6-7 FB
Sí, eg skal standa framman fyri tær har á klettinum við Hóreb; tá ið tú slært á klettin, skal vatn spretta fram, so at fólkið fær at drekka.» Móses gjørdi nú soleiðis, meðan hinir elstu í Ísrael vóru hjástaddir. Og hann nevndi staðin Massa og Meriba, av tí at har høvdu Ísraelsmenn klandrast og freistað Harran við at siga: «Man nú Harrin vera okkara millum ella ikki?»





