YouVersion Logo
Search Icon

Triðja Mósebók 2

2
Lóg um grónoffur
1Vil maður bera Harranum grónoffur, tá skal offurgáva hansara vera av fínum mjøli; og hann skal hella olju út yvir tað og leggja roykilsi omaná 2og fáa sonum Árons, prestunum, tað; og presturin skal taka ein neva av mjølinum og oljuni og alt roykilsið, tað, ið ofrað skal verða av grónofrinum, og bera tað fram sum áminningaroffur á altarinum, sum eldoffur, Harranum vælangandi roykur. 3Men tað, sum eftir verður av grónofrinum, skulu Áron og synir hansara fáa sum háheilagan lut av eldofrum Harrans.
4Vilt tú frambera grónoffur av tí, sum í ovni er bakað, tá skal offurgáva tín vera ósúrgað breyð av fínum mjøli, elt í olju, og ósúrgaðar flatkøkur, smurdar við olju. 5Er offurgáva tín grónoffur, sum er bakað á rist, tá skal tað vera ósúrgað breyð av fínum mjøli, elt í olju; 6tú skalt mala tað sundur og hella olju út yvir tað; tað er grónoffur. 7Men er offurgáva tín grónoffur, tilreitt á pannu, tá skal tað verða gjørt av fínum mjøli við olju. 8Grónofrið, sum er tilreitt á henda hátt, skalt tú bera Harranum; tað skal verða fingið prestinum; og presturin skal bera tað fram at altarinum. 9Og presturin skal taka burtur av grónofrinum áminningaroffur og ofra tað á altarinum sum eldoffur, Harranum vælangandi roykur; 10og tað, sum eftir verður av grónofrinum, skulu Áron og synir hansara fáa sum háheilagan lut av eldofrum Harrans.
11Einki grónoffur, sum tit frambera Harranum, má vera súrgað; tí at einki av súrdeiggi ella hunangi mega tit ofra Harranum sum eldoffur; 12sum frumgróðraroffurgávu mega tit frambera Harranum tað, men tit skulu ikki lata tað koma upp á altarið sum vælangandi royk. 13Í allar grónoffurgávur tínar skalt tú koyra salt; tú mást ikki lata grónofri tínum vanta salt sáttmála Harrans; við øllum offurgávum tínum skalt tú frambera salt.
14Vilt tú frambera Harranum frumgróðrargrónoffur, tá skal tað, ið tú frambert sum grónoffur av frumgróðri tínum, vera øks, sviðin í eldi, skrudd og av nýskornum korni; 15tú skalt hella olju út yvir tað og leggja roykilsi omaná; tað er grónoffur. 16Og sum áminningaroffur skal presturin ofra nakað av tí skrudda korninum og nakað av oljuni saman við øllum roykilsinum; tað er eldoffur Harranum til handar.

Currently Selected:

Triðja Mósebók 2: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in