YouVersion Logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 10

10
Silvurlúðrar prestanna
1Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 2«Ger tær tveir lúðrar úr silvuri; av einlistum skalt tú gera teir. Tú skalt hava teir til at kalla savnaðin saman; tá ið herurin skal flyta úr stað. 3Tá ið blást verður í báðar, skal allur savnaðurin savnast um teg fyri durum samfundartjaldsins, 4men verður einans blást í annan, tá skulu høvdingarnir, oddamenn hjá Ísraels túsundum, savnast um teg. 5Tá ið tit blása hvølt, skal herurin, sum tjaldar eystantil, flyta úr stað; 6og tá ið tit blása hvølt á øðrum sinni, skal herurin, sum tjaldar sunnarumegin, flyta úr stað; á triðja sinni skal herurin, sum tjaldar vestantil, flyta úr stað og á fjórða sinni herurin, sum tjaldar norðarumegin; blást skal verða hvølt, tá ið farið verður úr stað. 7Men tá ið savnaðurin verður samankallaður, skulu tit blása í lúðrarnar, men ikki hvølt. 8Synir Árons, prestarnir, skulu blása í lúðrarnar; hetta skal vera ævig skipan hjá tykkum, ættarlið eftir ættarlið. 9Og tá ið tit fara í bardaga móti fíggindum, ið herja á tykkum í landi tykkara, og tit blása hvølt í lúðrarnar, tá skal Harrin, Guð tykkara, minnast tykkum, og tit verða bjargaðir undan fíggindum tykkara. 10Á gleðidøgum og hátíðardøgum tykkara og við mánaðarbyrjan skulu tit blása í lúðrarnar við brennioffur og takkaroffur tykkara; tað skal verða tykkum til áminningar frammi fyri ásjón Guðs tykkara. Eg eri Harrin, Guð tykkara.»
Burturferð frá Sinai
11Á tjúgunda degi í øðrum mánaði í øðrum ári hevjaðist skýggið upp frá vitnisburðartjaldtemplinum; 12tá fóru Ísraelsmenn avstað úr Sinai oyðimørk og hildu fram í dagsferðum, og skýggið tók støðu í Páran oyðimørk. 13Tá ið teir nú á fyrsta sinni fóru úr stað eftir boði Harrans við Mósesi, 14vóru Júda synir teir fyrstu, sum undir merki sínum fóru úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Náhsjon Amminadabsson. 15Fyri heri ættar Issakars sona var Netánel Zuarsson, 16fyri heri ættar Zebulons sona var Eliab Helonsson. 17Og tá ið tjaldtemplið var tikið niður, fóru synir Gersjons og synir Merari avstað; teir áttu at bera tjaldtemplið. 18Síðan fór herur Rubenitanna undir merki sínum úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Elizur Sjedeursson; 19fyri heri ættar Símeons sona var Sjelumiel Zurisjaddaison; 20fyri heri ættar Gáds sona var Eljasaf Deuelsson. 21Síðan fóru Kehatitar úr stað; teir bóru halgilutirnar, og áður enn teir vóru fram komnir, høvdu hinir reist tjaldtemplið. 22Og herur Efraims sona fór undir merki sínum úr stað eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Elisjáma Ammihudsson; 23og fyri heri ættar Manasse sona var Gamliel Pedazursson; 24fyri heri ættar Benjamins sona var Ábidan Gideónison. 25Síðan fór herur Dáns sona úr stað undir merki sínum aftastur av øllum herum eftir herfjøldum sínum; fyri heri teirra var Áhiezer Ammisjaddaison; 26fyri heri ættar Ásjers sona var Págiel Okransson; 27fyri heri ættar Naftali sona var Áhira Enansson. 28Hetta var raðskipan Ísraelsmanna eftir herfjøldum teirra, tá ið teir fóru úr stað.
29Tá segði Móses við Midianitan Hóbab Reuelsson, verfaðir Mósesar: «Vit halda nú ferðini móti tí staði, sum Harrin hevur heitt at geva okkum; kom nú við okkum, so skulu vit gera væl við teg, tí Harrin hevur nógv gott í hyggju við Ísrael.» 30Men hann svaraði honum: «Eg komi ikki við, eg fari heim í land mítt til ættarfólk mítt.» 31Tá segði hann við hann: «Nei, tú mást ikki fara frá okkum, tí tú veitst, hvar vit mega tjalda í oyðimørkini; tú skalt vera okkum eins og eyga. 32Kemur tú við okkum, skalt tú fáa lut í øllum tí góða, sum Harrin vil lata okkum vera fyri.»
33Teir hildu nú frá fjalli Harrans tríggjar dagsleiðir fram, meðan sáttmálaørk Harrans fór undan teimum til tess at finna teimum hvíldarstað. 34Men skýggj Harrans var yvir teimum um dagin, tá ið teir fóru avstað úr herbúðunum. 35Og hvørja ferð ørkin flutti úr stað, segði Móses: «Rís upp, Harri, so at fíggindar tínir spjaðast, og øvundarmenn tínir flýggja fyri tær!» 36Og hvørja ferð hon tók støðu, segði hann: «Kom aftur, Harri, til Ísraels tíggjutúsunda!»

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 10: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in