YouVersion Logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 3

3
Serstøða Levitanna
1Hesir eru eftirkomarar Árons og Mósesar á teirri tíð, tá ið Harrin talaði við Móses á Sinai fjalli. 2Hesi eru nøvnini á sonum Árons: Nádab, hin frumgitni, Ábihu, Eleazar og Ítámar; 3hesi eru nøvnini á sonum Árons, ið vóru salvaðir prestar og vígdir til prestatænastu. 4Men Nádab og Ábihu doyðu fyri ásjón Harrans ta ferðina, tá ið teir bóru fremmandan eld fram fyri Harran í Sinai oyðimørk; og av tí at teir ongar synir áttu, fingu Eleazar og Ítámar prestaembætið frammi fyri Ároni, faðir sínum.
5Og Harrin talaði við Móses og segði: 6«Leið Levi ætt fram og lat hana taka støðu frammi fyri Ároni presti. Teir skulu tæna honum 7og veita honum dugnað og øllum savnaðinum framman fyri samfundartjaldinum við at gera tænastu í tjaldtemplinum; 8teir skulu varðveita øll amboð samfundartjaldsins og hava umsjón við Ísraelsmonnum og við at gera tænastu í tjaldtemplinum. 9Soleiðis skalt tú geva Ároni og sonum hansara Levitarnar; allir skulu teir verða honum givnir sum gáva frá Ísraelsmonnum. 10Men Áron og synir hansara skalt tú seta til at gera prestatænastu sína; hevur nakar seg framat, sum ikki er av prestaætt, skal hann láta lív.»
11Og Harrin talaði við Móses og segði: 12«Sí, eg havi sjálvur av Ísraelsmonnum tikið Levitarnar aftur fyri allar frumburðir, sum opna móðurlív hjá Ísraelsmonnum, og Levitarnir eru vorðnir mín ogn; 13tí at mær hoyra allir frumburðir til; ta ferðina tá ið eg drap allar frumburðir í Egyptalandi, tá halgaði eg mær allar frumburðir í Ísrael bæði av monnum og fenaði; mær hoyra teir til. Eg eri Harrin!»
Levitar taldir
14Harrin talaði við Móses í Sinai oyðimørk og segði: 15«Kanna synir Levi eftir ættum og kyntáttum teirra; allar kallmenn frá mánaðargomlum og haðan eldri skalt tú kanna.» 16Tá kannaði Móses teir eftir boði Harrans, eins og honum var álagt.
17Og hesir vóru synir Levi eftir nøvnum teirra: Gersjon, Kehat og Merari. 18Og hesi vóru nøvnini á sonum Gersjons eftir kyntáttum teirra: Libni og Sjimei. 19Synir Kehats eftir kyntáttum teirra: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. 20Og synir Merari eftir kyntáttum teirra: Máli og Musji. Hetta vóru kyntættir Levi eftir ættum teirra.
21Av Gersjoni eru kyntættir Libni og Sjimei komnir; hesir vóru kyntættir Gersjons. 22Teir, ið kannaðir vóru, komu upp í sjey túsund og fimm hundrað, tá ið allir kallmenn vóru taldir við frá mánaðargomlum og eldri. 23Kyntættir Gersjons tjaldaðu aftanvert við tjaldtemplið móti vestri. 24Høvdingi fyri ætt Gersjonita var Eljasaf Láelsson. 25Tað, sum synir Gersjons høvdu umsjón við í samfundartjaldinum, var sjálvt tjaldtemplið, tjaldtakdúkurin og fortjaldið fyri durum samfundartjaldsins, 26forgarðstjøldini og fortjaldið fyri inngongd forgarðsins, sum var kring um tjaldtemplið, altarið, tjaldreipini og alt, sum har var tørvur á at gera.
27Av Kehat eru komnir kyntættir Amramita, Jizharita, Hebronita og Uzzielita; hesir vóru kyntættir Kehatita. 28Teir, ið kannaðir vóru av teimum, komu upp í átta túsund og seks hundrað, tá ið allir kallmenn vóru taldir við frá mánaðargomlum og uppeftir; teir høvdu umsjón við halgidóminum. 29Kyntættir Kehats sona tjaldaðu sunnarumegin tjaldtemplið. 30Og ættarhøvdingi fyri kyntátti Kehatita var Elizafan Uzzielsson. 31Teir høvdu umsjón við ørkini, borðinum, ljósastakanum, altarunum, halgidómsins amboðum, ið nýtt vórðu við tænastuna, fortjaldinum og øllum, sum har var at gera. 32Høvdingi yvir høvdingum Levita var Eleazar, sonur Árons prests, ið var yvir teimum, sum høvdu umsjón við halgidóminum.
33Av Merari eru komnir kyntættir Málita og Musjita. Hesir vóru kyntættir Merari. 34Teir, ið kannaðir vóru av teimum, komu upp í seks túsund og tvey hundrað, tá ið allir kallmenn vóru taldir við frá mánaðargomlum og eldri. 35Og ættarhøvdingi fyri kyntátti Merari var Zuriel Ábihailsson; teir tjaldaðu norðarumegin tjaldtemplið. 36Synir Merari høvdu fingið umsjón við tiljuborðum tjaldtempulsins við lokum, stólpum og undirstabbum og øllum amboðum tess við øllum, sum har var at gera, 37við stólpum forgarðsins alt íkring og við undirstabbum teirra, hælum og tjaldreipum.
38Eystantil fyri framman tjaldtemplið, fyri framman samfundartjaldið móti sólarrisi, tjaldaðu Móses og Áron og synir hansara; teir varðveittu halgidómin og høvdu umsjón við Ísraelsmonnum; og hevði nakar seg framat, sum ikki var av prestaætt, mátti hann láta lív. 39Allir, ið kannaðir vóru av Levitunum, sum Móses og Áron kannaðu eftir boði Harrans eftir kyntáttum teirra, allir kallmenn frá mánaðargomlum og eldri, komu upp í tjúgu og tvey túsund.
Frumburðir loystir
40Og Harrin segði við Móses: «Kanna allar frumburðir av kallkyni millum Ísraelsmanna frá mánaðargomlum og haðan eldri og tel teir eftir nøvnum teirra. 41Og tak Levitarnar mær, Harranum, til handar í staðin fyri allar frumburðir millum Ísraelsmanna; og fenað Levitanna í staðin fyri allar frumburðir av fenaði Ísraelsmanna.» 42Móses kannaði tá, eins og Harrin hevði boðið honum, allar frumburðir millum Ísraelsmanna. 43Og tá ið allir frumburðir av kallkyni frá mánaðargomlum og haðan eldri vóru kannaðir við navnateljing, komu teir upp í tjúgu og tvey túsund og tvey hundrað og sjeyti og tríggjar. 44Síðan talaði Harrin við Móses og segði: 45«Tak Levitarnar í staðin fyri allar frumburðir millum Ísraelsmanna og fenað Levitanna í staðin fyri fenað teirra, og skulu Levitarnir vera mín ogn. Eg eri Harrin. 46Men sum loysnargjald fyri teir tvey hundrað og sjeyti og tríggjar frumburðir av Ísraelsmonnum, sum eru fleiri enn Levitarnir, 47skalt tú taka fimm siklar í silvuri fyri hvørt høvur; eftir halgidómsins virði skalt tú taka tað, tjúgu gerur í siklinum. 48Og silvurið skalt tú fáa Ároni og sonum hansara sum loysnargjald fyri teir, ið lupu av.» 49Móses tók tá silvurið av teimum, ið lupu av og ikki vóru loystir av Levitum. 50Av frumburðum Ísraelsmanna tók hann í silvuri eitt túsund og trý hundrað og seksti og fimm siklar eftir halgidómsins virði. 51Og Móses gav Ároni og sonum hansara loysnargjaldið eftir boði Harrans, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 3: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in