Fjórða Mósebók 6
6
Um Nasirearar
1Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 2«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið kallur ella kona streingja Nasirearaheiti til tess at halga seg Harranum, tá skal hann halda seg frá víni og mjøði; 3hann má ikki drekka nakað súrt, sum tilreitt er av víni ella mjøði, og yvirhøvur ikki drekka nakran vínberjaløg og hvørki eta nýggj ella turkað vínber. 4Alla ta tíð, sum Nasirearaheiti hansara varir, má hann einki eta, sum tilreitt er av vínberjatrænum, hann má hvørki eta staðin ella óstaðin vínber. 5Alla ta tíð, sum Nasirearaheiti hansara varir, má hann ikki lata rakiknív koma á høvur sítt; til teir dagar eru at enda, sum hann hevur halgað seg Harranum, skal hann vera heilagur og lata hárið á høvdi sínum vaksa sítt. 6Í alla ta tíð, sum hann hevur halgað seg Harranum, má hann heldur ikki koma nær nøkrum líki; 7um tað so er faðir hans ella móðir, bróðir ella systir hans, ið deyð eru, skal hann ikki gera seg óreinan við teimum, tí at halgan Guðs er á høvdi hans. 8Alla ta tíð, sum Nasirearaheiti hansara varir, er hann halgaður Harranum. 9Men doyr nakar óvart og brádliga hjá honum, so at halgaða høvur hansara soleiðis verður óreint, tá skal hann raka høvur sítt sama dag, sum hann verður reinur aftur, sjeynda dagin skal hann raka tað; 10og áttanda dagin skal hann bera prestinum tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar at durum samfundartjaldsins. 11Aðra skal presturin ofra sum syndaoffur og hina sum brennioffur og veita honum sáttargerð fyri ta synd, at hann er komin aftur at líki. Sama dagin skal hann aftur halga seg, 12og hann skal aftur víga seg Harranum so leingi, sum Nasirearaheitið átti at vara, og frambera veturgamalt lamb sum sektaroffur; men hin farna tíðin skal ikki verða viðroknað, tí at hann hevði óreinskað vígda høvur sítt.
13Hetta er lógin um Nasirearan: Tá ið vígslutíð hansara er at enda, skal hann verða leiddur at durum samfundartjaldsins, 14og hann skal frambera Harranum offurgávu sína: eitt veturgamalt, lýtaleyst veðurlamb sum brennioffur og eitt veturgamalt, lýtaleyst gimburlamb sum syndaoffur og ein lýtaleysan veðr sum takkaroffur, 15eina tægu við ósúrgaðum breyðum úr fínum mjøli, køkur blandaðar við olju, og ósúrgaðar flatkøkur smurdar við olju saman við grónofrinum og droypiofrinum. 16Síðan skal presturin bera tað fram fyri Harran og ofra syndaoffur og brennioffur hans, 17og veðrin skal hann ofra Harranum sum takkaroffur saman við teimum ósúrgaðu breyðunum í tæguni; síðan skal presturin ofra grónoffur og droypioffur hans. 18Tá skal Nasirearin raka høvur sítt við dyr samfundartjaldsins og taka vígda høvuðhár sítt og leggja tað í eldin undir takkarofrinum, 19og presturin skal taka sodna bógvin av veðrinum og eina ósúrgaða køku úr tæguni og eina ósúrgaða flatkøku og fáa Nasirearanum tað upp í hendur, eftir at hann hevur rakað vígda høvur sítt; 20og presturin skal reiggja tí sum reiggioffur frammi fyri Harranum; tað skal hoyra presti til sum halgigáva umframt reiggibringuna og offuravskurðartjógvið. Eftir tað má Nasirearin drekka vín. 21Hetta er lógin um Nasirearan, sum streingir heiti, um offurgávu hansara til Harrans vegna vígslu sína, umframt tað, sum hann annars er førur fyri; samsvarandi tí heiti, sum hann hevur strongt, skal hann gera eftir lógini um vígslu sína.»
Hin prestaliga signingin
22Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 23«Tala til Árons og sona hans og sig: Við hesum orðum skulu tit vælsigna Ísraelsmenn: 24Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! 25Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! 26Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið! 27Tá ið teir soleiðis leggja navn mítt á Ísraelsmenn, skal eg vælsigna teir.»
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 6: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society

: