Mathæussa 19

19
Teâ 19da Capitule.
1O teâ beâr só tíl, á taa=ui Iesus heje enda hesi Oor, drou han burtur fraa Galilaia, o kóm moudi Grændini eâv Iudæa hini Minni Iordanin.
2O Mongd eâv Folkje filgdi ettur honun, o han gjørdi tei hailbrí heâr.
3O pharisaiarnir kómu firi han, fruistavu han, o søddu vi han: lovast teâ ainun Manni á skjilja sé fraa Kónu suini firi qveâ Sækt enn teâ ér?
4Men han sveâraje, o seje vi tair: heâvi Tíd ikkje lisi, á tan, ui skabti tei ui Findini, skabti tei Mann o Kónu?
5o seje: thui skeâl Meâvurin vuigja fraa Feâjiri o Mouur o væra trû=fastlia kjaa Kónu suini; o tei Tvei skullu væra tíl ait Kjøød.
6Só á tei eru ikkje longur tvei, men ait Kjøød. Thuitaa qveâdui Gud hevur baina seâman, skeâl Menniskjan ikkje skjilja eád.
7Tair søddu vi han: qvui paabei taa Mousis á gjéva Skjilsmessu=Breâv, o skjilja sé fraa henni?
8Han seje vi tair: Mousis jaataje Tikun, á skjiljast fraa Kónun Tikara, firi tann Skjild, á Tid aattu só hardvunnin Hjørtir; men aavur ui Findini hevur teâ ikkje væri só.
9Men Ee sije Tikun, á qvør ui skjiljir sé fraa Kónu suini, utan firi Hóraruis Skjild, o tégur aina Eára tílægta, han druivur Hoer; o qvør ui tégur aina Fraaskjilda tílægta, han druivur Hoer.
10Disciplar hansara søddu vi han: ér Manninun só vílagt vi Kónuni, taa ér ikkje godt á gjifta sé.
11Men han seje vi tair: hetta Ori feâda ikkje Ødl, men tei, ui teâ ér unna.
12Thui teâ eru Gjeldingar, ui só eru føddir ûr Mouurs Luivi; o teâ eru Gjeldingar, sum eru gjeldir eâv Menniskjum; o teâ eru Gjeldingar, sum heâva gjeldt sé sjolvan firi Himmerigjis Ruigjis Skjild. Qvør ui kan gruna hetta, han gruni teâ!
13Taa vouru Smaabødn førd tíl hansara, á han skjildi læggja Hændirnar oman aa tei, o bija; men Disciplanir hartavu tei.
14Taa seje Iesus: leâdi Smaabødnini vi Frii, o haldi tei ikkje fraa á kóma tíl muins, thui Himmerigjis Ruigje hoirir Sóvornun tíl.
15O han leje Hændurnar oman aa tei, o four heâani.
16O sui, Ain kóm fram, o seje vi han: goui Maistari, qveâ Godt skeâl Ee gjéra, á Ee man faa=a teâ evjia Luivi?
17Men han seje vi han: qvui nevnur tû mé gouan? Ongjin ér gouur utan Ain, sum ér Gud. Men víl tû genga inn tíl Luivi, taa hald Bûorini.
18Han seje vi han: qvørji? Men Iesus seje: hesi: tû skeâl ikkje slaa=a ihél; tû skeâl ikkje druiva Hoer; tâ skeâl ikkje stjeâla; tû skeâl ikkje bæra rangan Vitnisbuur;
19eâr Feâjir tuin o Mouur tuina; o: tû skeâl elska Nasta tuin, sum sjolvan té.
20Taa seje tan ungji Meâvurin vi han: hetta heâvi Ee Altseâmalt hildi fraa Upvæxtrinun; qveâd vantar meâr enn?
21Iesus seji vi han: víl tû væra fullgjildiur, só feâr, o seilg Alt teâ, ui tû ajur, o gjév Faatakun teâ, o tû skeâl heâva Liggjandefæ ui Himmerigji; o kóm, filg meâr.
22Men taa=ui tan ungji Meâvurin hoirde hetta Ori, four han faaliur heâani; thui han heje negva Ogn.
23Taa seje Iesus vi Disciplar suinar: sannelia siji Ee Tikun, á ain Ruigur kjémur knaplia inn ui Himmirigjis Ruigji.
24Up=attur siji Ee Tikun: teâ ér lattari, á ain Kameel gongur gjøgnum ait Naalar=Eja, enn á ain Ruigur kjémur inn ui Guds Ruigji.
25Men taa=ui Disciplanir hoirdu hetta, blivu tair migji outtafudlir, o søddu: qvør kan taa bluiva saaliur?
26Taa hugdi Iesus eâd taimun, o seje: firi Menniskjun ér teâ oumûulit, men firi Gudi eru ødl Ting mû=uli.
27Taa sveâraje Pedur, o seje vi han: sui, víd heâva ruimt fraa Ødlun, o filgt teâr; qveâd skullu víd faa=a?
28Men Iesus seje tíl tair: sannilia siji Ee Tikun: á Tíd, sum heâva filgt meâr ettur, ui Uigjenføjilsini, taa=ui Menniskjans Sónur skeâl sída aa suina Harlihaids Throunu, skullu Tíd aisini sída aa tolv Throunun, o døma teâr tolv Stammur Israels.
29O Qvør, sum hevur gungji fraa Hûsi edla Brøørun, edla Sistrun, edla Feâjir, edla Mouir, edla Kónu, edla Bødnun, edla Øgrun firi Navns muins Skjild, skeâl faa=a hundrada Fodl attur, o arva teâ evjia Luiv.
30Men Mong, ui eru tei Fistu, skullu bluiva tei Suistu, o tei Suistu tei Fistu.

Tällä hetkellä valittuna:

Mathæussa 19: FAO1823

Korostus

Jaa

Kopioi

None

Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään