1
Genesis 3:6
BÍBLIA
Tá ið nú konan sá, at træið var gott til matna og frálíkt á at líta og avbært til at fáa vit av, tá tók hon av ávøksti tess og át; somuleiðis gav hon eisini manni sínum, ið hjá henni var, og hann át.
השווה
חקרו Genesis 3:6
2
Genesis 3:1
Men ormurin var sniðfundigari enn øll onnur djór á markini, sum Harrin Guð hevði skapað. Og hann mælti við konuna: «Man nú Guð hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?»
חקרו Genesis 3:1
3
Genesis 3:15
Og eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin!»
חקרו Genesis 3:15
4
Genesis 3:16
Við konuna segði hann: «Við miklum treytum skalt tú ganga við barni; og við pínu skalt tú føða; men tó skal tráan tín vera eftir manni tínum; og hann skal valda tær!»
חקרו Genesis 3:16
5
Genesis 3:19
Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt, hagar til tú aftur fert í jørðina, sum tú ert tikin av; tí av mold ert tú, og at mold skalt tú aftur verða!»
חקרו Genesis 3:19
6
Genesis 3:17
Við Ádam segði hann: «Av tí at tú lýddi konu tíni og átst av tí træi, sum eg hevði sagt, at tú skuldi ikki eta av, tí skal jørðin verða tær bannað tín vegna; við strevi skalt tú vinna tær føðslu av henni allar ævidagar tínar.
חקרו Genesis 3:17
7
Genesis 3:11
Tá segði hann: «Hvør hevur sagt tær, at tú ert nakin? Mestur hevur tú etið av trænum, sum eg beyð tær ikki at eta av!»
חקרו Genesis 3:11
8
Genesis 3:24
Og hann rak Ádam út; og fyri eystan Edens aldingarð setti hann kerúbarnar við hinum glampandi logasvørði til at verja vegin til lívsins træ.
חקרו Genesis 3:24
9
Genesis 3:20
Og Ádam nevndi konu sína Evu, tí at hon varð móðir at øllum, sum liva.
חקרו Genesis 3:20
בית
כתבי הקודש
תכניות
קטעי וידאו