1
Genesis 37:5
BÍBLIA
FB
Og Jósef droymdi dreym og taldi hann fyri brøðrum sínum; tá hataðu teir hann uppaftur meira.
ತಾಳೆಮಾಡಿ
Genesis 37:5 ಅನ್ವೇಷಿಸಿ
2
Genesis 37:3
Og Ísrael unti Jósef fram um allar synir sínar, av tí at hann var ellisonur hans; og hann læt gera honum síðan ermakyrtil.
Genesis 37:3 ಅನ್ವೇಷಿಸಿ
3
Genesis 37:4
Men tá ið brøður hansara sóu, at faðir teirra unti hann fram um allar synir sínar, løgdu teir hatur á hann og vildu ikki tala blídliga við hann.
Genesis 37:4 ಅನ್ವೇಷಿಸಿ
4
Genesis 37:9
Og hann droymdi aftur dreym og taldi hann fyri brøðrum sínum og segði: «Meg hevur aftur droymt ein dreym, og sí, sólin og mánin og ellivu stjørnur lútaðu mær!»
Genesis 37:9 ಅನ್ವೇಷಿಸಿ
5
Genesis 37:11
Og brøður hansara øvundaðu hann; men faðir hansara munaði hetta.
Genesis 37:11 ಅನ್ವೇಷಿಸಿ
6
Genesis 37:6-7
Og hann segði við teir: «Hoyrið nú henda dreym, sum meg hevur droymt! Sí, vit fingust við at binda bundi úti á akrinum, og sí, tá reis bundi mítt og stóð beint upp; men bundi tykkara stóðu kringum og lútaðu mínum bundi.»
Genesis 37:6-7 ಅನ್ವೇಷಿಸಿ
7
Genesis 37:20
Latum okkum nú drepa hann og blaka hann í ein av brunnunum; vit kunnu tá siga, at eitthvørt villdjór hevur etið hann; so fáa vit at síggja, hvat ið verður úr dreymum hans.»
Genesis 37:20 ಅನ್ವೇಷಿಸಿ
8
Genesis 37:28
Og tá ið nakrir midianitiskir keypmenn komu framvið, drógu teir Jósef upp úr brunninum, og teir seldu Jósef til Ísmaelitarnar fyri tjúgu siklar í silvuri. Teir fluttu Jósef til Egyptalands.
Genesis 37:28 ಅನ್ವೇಷಿಸಿ
9
Genesis 37:19
og søgdu hvør við annan: «Hygg, har kemur hasin droymarin!
Genesis 37:19 ಅನ್ವೇಷಿಸಿ
10
Genesis 37:18
Men teir sóu hann langt burturi; og áðrenn hann var komin til teirra, ráddust teir um at taka hann av lívi
Genesis 37:18 ಅನ್ವೇಷಿಸಿ
11
Genesis 37:22
Og Ruben segði við teir: «Úthellið ikki blóð; kastið hann heldur í henda brunnin her í oyðimørkini og leggið ikki hond á hann!» Men hetta segði hann til tess at bjarga honum úr hondum teirra og fáa hann heim aftur til faðirs síns.
Genesis 37:22 ಅನ್ವೇಷಿಸಿ