1
Exodus 7:1
BÍBLIA
FB
Men Harrin segði við Móses: «Sí, eg geri teg sum Guð fyri Fárao; men Áron, bróðir tín, skal vera profetur tín.
Porównaj
Przeglądaj Exodus 7:1
2
Exodus 7:3-4
Men eg skal herða hjarta Fáraos og síðan fremja mong jartekin og mangar fyriburðir í Egyptalandi. Kortini vil Fárao ikki lurta eftir tykkum; men eg skal leggja hond mína á Egyptaland og føra herfylkingar mínar, fólk mítt Ísraelsmenn, út úr Egyptalandi við miklum revsingardómum
Przeglądaj Exodus 7:3-4
3
Exodus 7:5
og Egyptar skulu sanna, at eg eri Harrin, tá ið eg rætti út hond mína yvir Egyptaland og føri Ísraelsmenn út frá teimum!»
Przeglądaj Exodus 7:5
4
Exodus 7:11-12
Tá sendi Fárao boð eftir vísmonnunum og gandakøllunum, men hesir rúnarmenn Egyptalands vóru førir fyri at gera tað sama við rúnarveldi sínum. Teir tveittu frá sær hvør sín stav, og stavirnir vórðu at ormum; men stavur Árons gloypti støvum teirra.
Przeglądaj Exodus 7:11-12
5
Exodus 7:17
So sigur Harrin: Av hesum skalt tú sanna, at eg eri Harrin: Sí, við hesum stavi, sum eg havi í hondini, skal eg sláa á vatnið í Nílánni, so at tað verður broytt í blóð!
Przeglądaj Exodus 7:17
6
Exodus 7:9-10
«Tá ið Fárao krevur okkurt jartekin av tykkum, tá skalt tú siga við Áron: Tak stav tín og tveit hann niður fyri Fárao, so skal hann verða ormur.» Síðan gingu Móses og Áron inn fyri Fárao og gjørdu, eins og Harrin hevði boðið teimum. Áron tók stav sín og tveitti hann niður fyri Fárao og tænarar hansara; og stavurin varð ormur.
Przeglądaj Exodus 7:9-10