Chapa ya Youversion
Ikoni ya Utafutaji

Evangeliið eftir Lukas 24

24
Jesu uppreisn
1Men fyrsta dagin í vikuni, tíðliga á morgni, komu tær til grøvina og høvdu við tær angandi urtirnar, sum tær høvdu gjørt til. 2Og tær funnu steinin veltan frá grøvini. 3Og tá ið tær fóru inn, funnu tær ikki Harrans Jesu likam. 4Og tað hendi, meðan tær vóru í døpurhuga um hetta, tá stóðu alt í einum tveir menn hjá teimum í skínandi klæðum. 5Og meðan tær vórðu ógvuliga skakkar og boygdu andlit síni til jarðar, søgdu teir við tær: «Hví leita tit eftir hinum livandi millum hinna deyðu? 6Hann er ikki her, men hann er risin upp. Minnist til, hvussu hann talaði við tykkum, meðan hann enn var í Galileu, 7og segði, at menniskjusonurin átti at verða givin upp í syndiga manna hendur og at verða krossfestur og at rísa upp á triðja degi.» 8Og orð hansara komu teimum í huga. 9Og tær vendu aftur frá grøvini og kunngjørdu alt hetta fyri teimum tólv og fyri øllum hinum. 10Men tað vóru tær Maria Magdalena og Jóhanna og Maria, móðir Jákups, og so hinar, sum vóru saman við teimum; tær søgdu ápostlunum frá hesum. 11Og teir hildu hesi tíðindi vera nakað møsn, sum ikki var farandi eftir, og teir trúðu ikki kvinnunum. 12Men Pætur fór tó á føtur og rann út til grøvina, og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har og einki annað; og hann fór heim aftur til sín sjálvs og undraðist á tað, sum var hent.
Jesus opinberar seg í Emmaus
13Og sí, tveir teirra vóru sama dagin á ferð til eina bygd, sum nevnist Emmaus og var seksti stádiur frá Jerúsalem; 14og á leiðini talaðu teir sín ámillum um alt hetta, ið tilborist hevði. 15Og tað hendi, meðan teir samtalaðu og skiftu orð um hetta, kom Jesus sjálvur til teirra og fór í ferðini við teimum. 16Men eygu teirra vórðu hildin aftur, so at teir kendu hann ikki. 17Og hann segði við teir: «Hvørjar eru tær samtalur, sum tit halda tykkara millum, meðan tit ganga?» og teir steðgaðu daprir í ásjón. 18Men annar teirra, sum æt Kleofas, svaraði og segði við hann: «Ert tú einsamallur ókunnigur í Jerúsalem og veitst ikki tað, sum har er hent í hesum døgum?» 19Og hann segði við teir: «Hvat tá?» Men teir søgdu við hann: «Viðvíkjandi Jesusi úr Nasaret, sum var ein profetur, mektigur í verki og í orði fyri Guði og fólkinum øllum, 20og hvussu høvuðsprestarnir og ráðsharrar okkara góvu hann inn undir deyðadóm og krossfestu hann. 21Men vit vónaðu, at hann var tann, ið skuldi loysa út Ísrael. Men ið hvussu er, so er tað tó nú triði dagurin, síðan hetta barst til. 22Og so hava eisini nakrar av kvinnum okkara gjørt okkum í ørviti, av tí at tær árla vóru komnar at grøvini; 23og tá ið tær ikki funnu likam hansara, komu tær og søgdu, at tær høvdu eisini sæð eina sjón av einglum, sum søgdu hann liva. 24Og nakrir av feløgum okkara fóru út til grøvina, og funnu alt soleiðis vorðið, sum kvinnurnar høvdu sagt, men hann sóu teir ikki.» 25Og hann segði við teir: «O, tykkara óvitigu menn og seinføru í hjarta til at trúgva øllum tí, sum profetarnir hava talað! 26Átti ikki Kristus at líða hetta og fara inn til dýrd sína?» 27Og hann byrjaði frá Mósesi og frá øllum profetunum og legði út fyri teimum í øllum skriftunum tað, sum skrivað var viðvíkjandi honum. 28Og teir nærkaðust bygdini, sum teir ætlaðu sær til; og hann lætst, sum hann ætlaði at fara longur. 29Men teir noyddu hann almikið og søgdu: «Verð hjá okkum, tí at tað tekur at kvølda og dagur aftnar!» Og hann fór inn at verða hjá teimum. 30Og tað bar so á, meðan hann sat at borði við teimum, tók hann breyðið og vælsignaði og breyt tað og gav teimum. 31Tá opnaðust eygu teirra, og teir kendu hann; men tá varð hann ósjónligur fyri teimum. 32Og teir søgdu hvør við annan: «Brann ikki hjartað í okkum, meðan hann talaði við okkum á veginum, tá ið hann læt upp skriftirnar fyri okkum?» 33Og teir fóru á føtur í teirri somu stund og vendu við aftur til Jerúsalem og funnu teir ellivu saman komnar og teir, sum við teimum vóru, sum søgdu: 34«Sanniliga er Harrin upprisin og er sæddur av Símuni.» 35Og hesir søgdu frá tí, sum hent var á veginum, og hvussu hann varð kendur av teimum, við tað at hann breyt breyðið.
Jesus opinberar seg fyri lærusveinunum
36Men best sum teir tala um hetta, stóð hann sjálvur mitt ímillum teirra; og hann sigur við teir: «Friður veri við tykkum!» 37Men teir hvukku við og vórðu óttafullir og hildu seg síggja ein anda. 38Og hann segði við teir: «Hví eru tit so fullir av ræðslu, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara? 39Hyggið at hondum mínum og fótum mínum, at tað eri eg sjálvur! Nemið við meg og síggið, at ein andi hevur ikki hold og bein, soleiðis sum tit síggja meg hava.» 40Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendur sínar og føtur sínar. 41Men tá ið teir enn ikki kundu trúgva fyri gleði og vóru fullir av undran, segði hann við teir: «Hava tit nakað etandi her?» 42Og teir góvu honum eitt stykki av stoktum fiski (og eitt sindur av eini hunangskøku). 43Og hann tók tað og át tað, so teir sóu. 44Men hann segði við teir: «Hetta eru tey orð míni, sum eg talaði til tykkara, meðan eg enn var hjá tykkum, at alt tað eigur at ganga út, sum er skrivað í Móselóg og profetunum og sálmunum um meg.» 45Síðan læt hann upp fyri skynsemi teirra, so at teir kundu skilja skriftirnar. 46Og hann segði við teir: «Soleiðis er skrivað, at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin, 47og at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum, og byrjast skal frá Jerúsalem. 48Tit eru vitni um hetta. 49Og sí, eg sendi fyrijáttan faðirs míns yvir tykkum; men tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga.»
Himmalsferðin
50Og hann førdi teir út, yvir ímóti Betániu, og hann hevði upp hendur sínar og vælsignaði teir. 51Og tað hendi, í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum (og varð lyftur upp til himmals). 52Og teir tilbóðu hann og vendu aftur til Jerúsalem við miklari gleði. 53Og teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði.

Kuonyesha

Shirikisha

Nakili

None

Je, ungependa vivutio vyako vihifadhiwe kwenye vifaa vyako vyote? Jisajili au ingia