1
Triðja Mósebók 10:1
BÍBLIA
FB
Men Nádab og Ábihu, synir Árons, tóku hvør sína eldpannu og lótu gløður upp í tær, løgdu síðan roykilsi oman á tær og bóru fram fyri Harran fremmandan eld, sum hann ikki hevði boðið teimum.
Compare
Explore Triðja Mósebók 10:1
2
Triðja Mósebók 10:3
Tá segði Móses við Áron: «Hetta var tað, sum Harrin talaði um, tá ið hann segði: Eg sýni heilagleika mín á teimum, ið mær standa nær, og lati dýrd mína birtast fyri øllum fólkinum.» Tá tagdi Áron.
Explore Triðja Mósebók 10:3
3
Triðja Mósebók 10:2
Tá gekk eldur út frá ásjón Harrans og oyddi teir; og teir doyðu har frammi fyri Harranum.
Explore Triðja Mósebók 10:2