Triðja Mósebók 10
10
Misgerð Nádabs og Ábihus
1Men Nádab og Ábihu, synir Árons, tóku hvør sína eldpannu og lótu gløður upp í tær, løgdu síðan roykilsi oman á tær og bóru fram fyri Harran fremmandan eld, sum hann ikki hevði boðið teimum. 2Tá gekk eldur út frá ásjón Harrans og oyddi teir; og teir doyðu har frammi fyri Harranum. 3Tá segði Móses við Áron: «Hetta var tað, sum Harrin talaði um, tá ið hann segði: Eg sýni heilagleika mín á teimum, ið mær standa nær, og lati dýrd mína birtast fyri øllum fólkinum.» Tá tagdi Áron. 4Og Móses kallaði á Misjael og Elzafan, synir Uzziels, faðirbróður Árons, og segði við teir: «Komið og berið frændur tykkara burtur frá halgidóminum út um herbúðirnar!» 5Og teir komu og bóru teir í kyrtlum teirra út um herbúðirnar, eins og Móses hevði sagt. 6Síðan segði Móses við Áron og við Eleazar og Ítámar, synir hans: «Hvørki mega tit ganga ógreiddir ella skræða klæði tykkara sundur, at tit ikki skulu týna lívið; og vreiði koma oman yvir allan savnaðin. Latið frændur tykkara og alt Ísraels hús gráta yvir tann brand, sum Harrin hevur kveikt; 7men farið tit ikki burtur frá durum samfundartjaldsins, at tit ikki skulu týna lívið; tí salvingarolja Harrans er á tykkum!» Teir gjørdu tá, sum Móses segði.
Skipanir viðvíkjandi prestum
8Og Harrin talaði við Áron og segði: 9«Vín og sterkan drykk mega hvørki tú ella synir tínir drekka, tá ið tit ganga inn í samfundartjaldið, at tit ikki týna lívið; tað skal vera tykkum ævigt løgmál ættarlið eftir ættarlið, 10til tess at tit mega gera greinarmun á tí, sum heilagt er og tí, sum óheilagt er, á reinum og óreinum 11og kenna Ísraelsmonnum allar tær fyriskipanir, sum Harrin hevur givið teimum við Mósesi!»
Lutur prestanna av ofrum
12Og Móses segði við Áron og við Eleazar og Ítámar, synir hans, ið eftir vóru á lívi: «Takið grónofrið, sum eftir er av eldofri Harrans, og etið tað ósúrgað við altarið; tí at tað er háheilagt. 13Tit skulu eta tað á heilagum staði, tí at tað er tann lutur av eldofrum Harrans, ið tær og sonum tínum er tilskilaður; tí at soleiðis hevur mær verið boðið. 14Og reiggibringuna og offuravskurðartjógvið skulu tit eta á reinum staði, tú og synir tínir og døtur tínar; tí at tað er tann lutur av takkarofrum Ísraelsmanna, sum tær og sonum tínum er tilskilaður. 15Offuravskurðartjógvið og reiggibringuna skulu teir frambera saman við teimum mørum, ið ætlaðir eru sum eldoffur, og reiggja tí sum reiggioffur frammi fyri Harranum; tað skal eftir ævigum løgmáli lutast tær og sonum tínum, eins og Harrin hevur boðið!»
16Og Móses sóknaðist nú eftir syndaoffurhavrinum; og tá ið hann sá, at hann var uppbrendur, reiddist hann inn á Eleazar og Ítámar, synir Árons, ið eftir vóru á lívi, og segði: 17«Hví hava tit ikki etið syndaofrið á heilagum staði? Tað er jú háheilagt; og hann hevur givið tykkum tað til at taka burtur misgerð savnaðarins og veita teimum sáttargerð frammi fyri Harranum! 18Sí, blóðið av tí varð ikki borið inn í halgidómin, tí áttu tit at etið tað á heilagum staði, eins og eg havi boðið!» 19Men Áron svaraði Mósesi: «Teir hava í dag framborið syndaoffur og brennioffur síni frammi fyri Harranum, og kortini hevur hetta verið mær fyri! Mundi tað hóvað Guði, um eg í dag hevði etið av syndaofrinum?» 20Tá ið Móses hoyrdi hetta, hóvaði tað honum.
Currently Selected:
Triðja Mósebók 10: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society