Triðja Mósebók 9
9
Fyrsta offur Árons
1Á áttanda degi kallaði Móses Áron og synir hans og Ísraels elstu til sín 2og segði við Áron: «Tak tær kálv sum syndaoffur og veðr sum brennioffur, báðar lýtaleysar, og leið teir fram fyri Harran 3og sig við Ísraelsmenn: Takið tykkum geitarhavur sum syndaoffur og kálv og lamb, bæði veturgomul og lýtaleys, sum brennioffur 4og somuleiðis oksa og veðr sum takkaroffur til at slátra frammi fyri Harranum og grónoffur blandað við olju; tí at í dag man Harrin birtast fyri tykkum.» 5Tá tóku teir tað, sum Móses hevði sagt, og komu við tí fram at samfundartjaldinum; og allur savnaðurin kom og tók støðu frammi fyri Harranum. 6Og Móses segði: «Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið; gerið tað, so man dýrd Harrans birtast fyri tykkum.»
7Síðan segði Móses við Áron: «Gakk fram at altarinum og ofra syndaoffur títt og brennioffur títt og veit sáttargerð fyri teg og hús títt; framber tínæst offurgávu fólksins og veit teimum sáttargerð, eins og Harrin hevur boðið!» 8Tá gekk Áron fram at altarinum og slátraði kálvin, ið honum var ætlaður sum syndaoffur; 9synir Árons rættu honum blóðið, og hann drap fingurin niður í tað og rýddi tað upp á horn altarsins; men tað, sum eftir var av blóðinum, helti hann út í neðra upp á altarið. 10Og mørirnar, nýruni og livrarbroddin úr syndaofrinum brendi hann á altarinum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 11Men kjøtið og húðina brendi hann upp fyri uttan herbúðirnar. 12Síðan slátraði hann brenniofrið; synir Árons rættu honum blóðið, og hann støkti tað upp á altarið runt um. 13So fingu teir honum brenniofrið í stykkjum og somuleiðis høvdið, og hann brendi tað á altarinum. 14Men indrini og føturnar tváaði hann við vatni og brendi tað á altarinum oman á brenniofrinum.
15Tínæst frambar hann offurgávu fólksins; fyrst tók hann havurin, ið var ætlaður fólkinum sum syndaoffur, slátraði hann og ofraði hann sum syndaoffur á sama hátt sum hin fyrra. 16Somuleiðis frambar hann brenniofrið og ofraði tað á rættan hátt. 17Tínæst frambar hann grónofrið, tók upp í nevan av tí og brendi tað á altarinum umframt hitt dagliga morgunbrenniofrið. 18Síðan slátraði hann oksan og veðrin sum takkaroffur fyri fólkið; og tá ið synir Árons høvdu rætt honum blóðið, sletti hann tað upp á altarið runt um, 19og tað feita úr oksanum og veðrinum, feithalan og mørirnar á indrunum, nýruni og livrarbroddin, 20alt hetta feita løgdu teir oman á bringurnar og brendu tað á altarinum; 21men bringunum og høgra tjógvi reiggjaði Áron frammi fyri Harranum, eins og Móses hevði boðið.
22Síðan lyfti Áron upp hendur sínar yvir fólkið og vælsignaði tað; og tá ið hann hevði framborið syndaofrið, brenniofrið og takkarofrið, steig hann niður aftur. 23Tá gingu Móses og Áron inn í samfundartjaldið; og tá ið teir komu út aftur, vælsignaðu teir fólkið, og tá birtist dýrd Harrans fyri øllum fólkinum. 24Men eldur gekk út frá Harranum og oyddi brenniofrið og mørirnar á altarinum. Og tá ið alt fólkið sá tað, hevjaðu tey fagnaðarróp og fullu fram á ásjón sína.
Currently Selected:
Triðja Mósebók 9: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society