YouVersion Logo
Search Icon

Triðja Mósebók 8

8
Áron og synir hans verða prestvígdir (smbr. 2 Mós 29)
1Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 2«Tak við tær Áron og synir hans, klæðini og salvingaroljuna, syndaoffurtarvin, báðar veðrarnar og tæguna við ósúrgaðum breyðum 3og stevn øllum savnaðinum saman fyri dyr samfundartjaldsins!» 4Móses gjørdi tá, eins og Harrin hevði boðið honum, og stevndi øllum savnaðinum saman fyri dyr samfundartjaldsins. 5Og Móses segði við savnaðin: «Hetta hevur Harrin boðið at gera.» 6Síðan leiddi Móses Áron og synir hans fram og tváaði teir við vatni. 7Og hann legði kyrtilin yvir hann, gyrdi hann við beltinum, læt hann í møttulin, legði yvir hann akulin og gyrdi hann við akullindini og bant við henni akulin at honum. 8Síðan festi hann á hann bróstskjøldurin og legði Urim og Tummim í bróstskjøldurin, 9setti vavhúgvuna um høvur hans og festi framman á vavhúgvuni gullspongina, hitt heilaga ennislaðið, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 10Og Móses tók salvingaroljuna og salvaði tjaldtemplið og alt, sum í tí var, og halgaði tað; 11hann støkti olju sjey ferðir upp á altarið og salvaði altarið og øll amboð tess, tváttarkerið og fót tess til tess at halga tey. 12Síðan helti hann salvingarolju út yvir Áron og salvaði hann til tess at halga hann. 13Tá leiddi Móses fram synir Árons og læt teir í kyrtlar, gyrdi teir við belti og bant høvuðbúnar á teir, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
14Síðan leiddi hann fram syndaoffurtarvin, og Áron og synir hansara løgdu hendur sínar á høvur syndaoffurtarvsins. 15Móses slátraði hann og tók blóðið og rýddi nakað av tí við fingrinum upp á altarhornini íkring og reinsaði altarið frá synd; men tað, sum eftir var av blóðinum, helti hann út í neðra upp á altarið og halgaði tað við at veita tí sáttargerð. 16Síðan tók hann allan mørin, ið var í indrunum og livrarbroddin, bæði nýruni við nýrumørum og brendi tað á altarinum. 17Men tarvin sjálvan, húðina, kjøtið og gorið brendi hann í eldi uttan fyri herbúðirnar, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
18So leiddi hann fram brennioffurveðrin, og Áron og synir hans løgdu hendur sínar á høvdið á veðrinum. 19Og Móses slátraði hann og støkti blóðið upp á altarið runt um, 20og hann limaði veðrin sundur í lutir og brendi høvdið, lutirnar og mørin, 21men indrini og føturnar tváaði hann við vatni og brendi síðan allan veðrin á altarinum; tað var brennioffur, eldoffurs vælangandi roykur fyri Harranum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 22Síðan leiddi hann fram hin veðrin, vígsluveðrin; og Áron og synir hansara løgdu hendur sínar á høvdið á veðrinum; 23og Móses slátraði hann og rýddi av blóði hans upp á høgru oyrnalippu Árons og á høgra tummil og høgru stórutá hans. 24So leiddi Móses fram synir Árons og rýddi av blóðinum upp á høgru oyrnalippur teirra og á høgru tumlar og høgru stórutær teirra; men tað, sum eftir var av blóðinum, støkti hann upp á altarið runt um. 25Tínæst tók hann tað feita og feithalan, allan mørin, sum var á indrunum, livrarbroddin og bæði nýruni við nýrumørum og høgra tjógv, 26og somuleiðis tók hann úr tæguni, ið stóð við ósúrgaðum breyði frammi fyri Harranum, eina ósúrgaða køku, eina oljubreyðkøku og eina flatkøku, legði tað oman á mørirnar og høgra tjógvið 27og læt tað síðan alt samalt upp í hendurnar á Ároni og sonum hans til tess at lata teir reiggja tí frammi fyri Harranum. 28So tók Móses tað aftur av hondum teirra og brendi tað á altarinum oman á brenniofrinum. Tað var vígsluoffur, eldoffurs vælangandi roykur Harranum til handar. 29Tínæst tók Móses bringuna og reiggjaði henni frammi fyri Harranum; hana fekk Móses av vígsluveðrinum í sín lut, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 30Og Móses tók av salvingaroljuni og av blóðinum, ið var á altarinum, og støkti tað á Áron og klæði hans og somuleiðis á synir hans og klæði teirra og halgaði soleiðis Áron og klæði hans og somuleiðis synir hans og klæði teirra.
31Og Móses segði við Áron og synir hans: «Sjóðið kjøtið fyri durum samfundartjaldsins og etið tað har aftur við breyði úr vígslutæguni samsvarandi hesum boði, sum mær var givið: Áron og synir hansara skulu eta tað! 32Men tað, sum av loypur av kjøtinum og breyðinum, skulu tit brenna upp. 33Í sjey dagar skulu tit ikki fara frá durum samfundartjaldsins, til vígsludagar tykkara eru at enda, tí at sjey dagar skal vígsla tykkara vara. 34Eins og gjørt hevur verið í dag, býður Harrin at gera framvegis til tess at veita tykkum sáttargerð. 35Tit skulu í sjey dagar dvølja við dyr samfundartjaldsins bæði dag og nátt og varðveita boðorð Harrans, so at tit ikki týna lívið; tí at soleiðis hevur mær verið boðið!» 36Og Áron og synir hans gjørdu alt tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi.

Currently Selected:

Triðja Mósebók 8: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in