YouVersion Logo
Search Icon

Triðja Mósebók 11

11
Um rein og órein djór
1Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði við teir: 2«Talið til Ísraelsmenn og sigið: Hesi eru tey djór, ið tit mega eta av øllum djórum, ið til eru á jørðini: 3Øll djór, ið hava kleyvar við týðuligari kloyvu og sum jótra, tey mega tit eta. 4Men av teimum, ið jótra og av teimum, ið hava kleyvar, mega tit tó ikki eta hesi: Kamelin, tí víst jótrar hann, men hevur ikki kleyvar; hann skal vera tykkum óreinur; 5bergharuna, tí víst jótrar hon, men hevur ikki kleyvar; hon skal vera tykkum órein; 6haruna, tí víst jótrar hon, men hevur ikki kleyvar; hana skulu tit telja óreina; 7og svínið, tí at víst hevur tað kleyvar og tað við týðuligari kloyvu, men jótrar ikki; tað skulu tit telja óreint. 8Kjøt av hesum djórum skulu tit ikki eta og ikki nerta við ræ teirra; tit skulu telja tey órein.
9Av vatndjórunum mega tit eta hesi: Øll, ið hava fjaðrar og skrubb, hvørt tey liva í høvum ella áum, tey mega tit eta. 10Men alt tað, sum ikki hevur fjaðrar ella roðslu, av øllum tí, sum yður í vatninum, í høvum ella áum, av øllum livandi skepnum í vatninum, tað skulu tit telja andstyggiligt. 11Tit skulu hava andstygd fyri teimum; av kjøti teirra mega tit ikki eta; og ræ teirra skulu vera tykkum andstyggilig. 12Alt í vatninum, ið ikki hevur fjaðrar ella skrubb, skal vera tykkum andstyggiligt.
13Av fuglum skulu hesir vera tykkum andstyggiligir – tit skulu ikki eta teir, tí at teir eru andstyggiligir: Ørnin, gammurin, havørnin, 14glentan og falkakynið, 15alt ravnakynið, 16strutsurin, svalan, likkan og heykakynið, 17uglan, súlan, náttuglan, 18hornuglan, pelikánurin, rægammurin, 19storkurin, alt hegrakynið, herfuglurin og flogmúsin.
20Fyri øllum veingjaðum skriðdjórum, sum ganga á fýra beinum, skulu tit hava andstygd. 21Tó mega tit av øllum veingjaðum skriðdjórum, sum ganga á fýra, eta av teimum, ið hava leggir upp frá afturfótunum til at hoppa við á jørðini; 22av teimum mega tit eta hesi av ongsprettukyni: Solamongsprettur, hargolongsprettur og hágabongsprettur. 23Men alt annað floygt skriðkykt, ið gongur á fýra, skal vera tykkum andstyggiligt.
24Av hesum djórum verða tit órein; hvør, ið nertur við ræ teirra, skal vera óreinur alt til kvølds, 25og hvør tann, sum ber ræ teirra, hann skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds. 26Øll djór, ið ikki hava alklovnar kleyvar og ikki jótra, tey skulu tit telja órein; hvør tann, sum nertur við tey, verður óreinur. 27Øll ferføtt djór, ið ganga á labbum, skulu tit telja órein; hvør tann, sum nertur við ræ teirra, skal vera óreinur til kvølds; 28og hvør tann, sum ber ræ teirra, hann skal tváa klæði síni og vera óreinur alt til kvølds. Tey skulu vera tykkum órein.
29Av skriðkyktum, sum skríða á jørðini, skulu hesi vera tykkum órein: Moldvarpan, músin og alskyns fjórbein, 30ánakadjórið, kóakdjórið, letadjórið; hómetdjórið og tínsjemetdjórið. 31Hesi skulu vera tykkum órein av øllum skriðkykti; hvør, ið nertur við tey, tá ið tey eru deyð, skal vera óreinur til kvølds. 32Alt, sum tílík deyð djór detta á, verður óreint, hvørt tað er træílát ella klæði ella skinn ella sekkur – yvirhøvur hvørt eitt amboð; tað skal verða lagt í vatn og vera óreint til kvølds; síðan er tað reint. 33Dettur eitthvørt tílíkt niður í leirílát, tá verður alt, sum í tí er, óreint; og tit skulu bróta leirílátið sundur. 34Allur matur, ið tilreiddur verður við vatni, og allur løgur, ið er til at drekka, verður óreinur í tílíkum íláti. 35Alt, sum tílík deyð djór detta á, verður óreint; er tað ovnur ella eldstaður, skulu teir verða rivnir niður; teir eru óreinir, og óreinar skulu tit telja teir. 36Tó skulu keldur og brunnar, har vatn setir at, framvegis vera rein; men tann, ið nertur við ræ, sum í teimum liggur, verður óreinur. 37Tó at tílíkt ræ fellur á sáðkorn, ið sáað verður, skal sáðið framvegis vera reint; 38men kemur vatn at sáðkorninum, og tílíkt ræ dettur í tað, tá skal sáðkornið vera tykkum óreint.
39Doyr eitthvørt av teimum djórum, ið tit nýta til føðslu, og einhvør nertur við ræið av tí, tá skal hann vera óreinur til kvølds; 40og tann, ið etur av ræi tess, skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds, og tann, ið ber ræið av tí, skal tváa klæði síni og vera óreinur til kvølds.
41Alt skriðkykt, ið skríður á jørðini, skal vera andstyggiligt; tað má ikki verða etið; 42einki, sum skríður á kviðinum og gongur á fýra beinum og einki margføtt av øllum skriðkykti, sum skríður á jørðini, mega tit eta; tí at tey eru andstyggilig. 43Gerið ikki tykkum sjálvar andstyggiligar við nøkrum skríðandi skriðkykti; latið tey ikki gera tykkum órein, so at tit verða órein av teimum! 44Tí at eg eri Harrin, Guð tykkara; og tit skulu halga tykkum og vera heilag, tí at eg eri heilagur. Ikki mega tit gera sjálvar tykkum óreinar av nøkrum skriðkykti, sum yður á jørðini! 45Tí at eg eri Harrin, ið leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at vera Guð tykkara. Og tit skulu vera heilag, tí at eg eri heilagur!
46Hetta er lógin um djór og fuglar og allar livandi skepnur, sum yðja í vøtnunum, og allar skepnur, ið skríða á jørðini, 47til tess at gera greinarmun á óreinum og reinum, á teimum djórum, ið mega verða etin, og teimum, ið ikki mega verða etin!»

Currently Selected:

Triðja Mósebók 11: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in