Triðja Mósebók 13
13
Um líktrá hjá monnum
1Harrin talaði við Móses og Áron og segði: 2«Um einhvør fær trota á húð sína ella skurvur ella ljósan blett, sum kanska verður til líktrá á húð hansara, tá skal hann verða leiddur fyri Áron prest ella fyri einhvønn av prestunum, sonum hans. 3Og presturin skal hyggja at tí sjúka flekkinum á húð hans; og hvítna hárini á honum, ella hann týðuliga liggur djúpari enn húðin kring um hann, tá er tað líktrá; og presturin skal eftir at hava kannað tað siga mannin óreinan. 4Men er tað ein hvítur blettur á húð hans, ið ikki týðuliga liggur djúpari enn húðin kring um hann, og hárini á honum ikki hvítna, tá skal presturin byrgja tann sjúka inni í sjey dagar; 5og sjeynda dagin skal presturin hyggja aftur at honum, og sær hann tá, at tann sjúki flekkurin á húð hansara hevur somu útsjónd og ikki hevur breitt seg út um húðina, tá skal hann aftur byrgja hann inni enn í sjey dagar. 6Síðan skal presturin aftur sjeynda dagin hyggja at honum; og er tá hin sjúki flekkurin fánaður og hevur ikki breitt seg út um húðina, tá skal presturin siga hann reinan; tá er tað eina skurvur; hann skal tváa klæði síni og vera reinur. 7Men hava skurvurnar breitt seg út um húðina, eftir at hann læt prestin hyggja at sær til tess at verða sagdur reinur, og presturin, eftir at hin hevur latið hann hugt at sær aðra ferð, 8sær, at skurvurnar hava breitt seg út um húðina, tá skal presturin siga hann óreinan; tá er tað líktrá.
9Tá ið maður verður sjúkur av líktrá, skal hann verða leiddur fyri prestin; 10og presturin skal skoða hann; er tá ein hvítur troti á húð hans, og hárini har eru vorðin hvít, og kykt hold veksur í trotanum, 11tá er tað gomul líktrá á húð hans; presturin skal siga hann óreinan; honum nýtist ikki at byrgja hann inni, tí at hann er óreinur. 12Men brýtur líktráin soleiðis út á húðini, at líktráin hylur alla húðina á tí sjúka frá hvirli til iljar, alt, sum presturin ber eyga við, 13tá skal presturin skoða hann; og sær hann, at líktráin er um alt likam hansara, skal hann siga hin sjúka reinan; hann er allur vorðin hvítur og er tí reinur. 14Men verður nakað kykt hold at síggja á honum, tá er hann óreinur; 15presturin skal hyggja at tí kyka holdinum og siga hann óreinan; tað kyka holdið er óreint; tað er líktrá. 16Men hvørvur hitt kyka holdið, og hann verður hvítur, tá skal hann ganga fyri prestin; 17og sær tá presturin, at tann sjúki flekkurin er vorðin hvítur, tá skal hann siga hann reinan; tá er hann reinur.
18Tá ið einhvør fær svull á húð sína og verður grøddur, 19men seinni fær á sama staði, sum svullurin hevði verið, hvítan trota ella ljósareyðan blett, tá skal hann sýna seg fyri prestinum; 20og sær tá presturin týðuliga lægd í húðini, og at hárini á henni eru vorðin hvít, tá skal presturin siga hann óreinan; tá er tað líktrá, sum út er brotin, har sum svullurin hevur verið. 21Men sær presturin eingi hvít hár, har sum svullurin hevur verið og onga lægd í húðini, og at bletturin er fánaður, tá skal presturin byrgja hann inni í sjey dagar; 22breiðir hann seg tá út um húðina, skal presturin siga hann óreinan; tað er líktrá. 23Men stendur hin ljósi bletturin í stað og breiðir seg ikki útum, tá er tað einans arrið av svullinum; tá skal presturin siga hann reinan.
24Ella um einhvør fær brunasár á húðina, og tað kyka holdið, sum veksur í tí, fær ljósareyðan ella hvítan blett, 25tá skal presturin skoða hann; og eru tá hárini á blettinum vorðin hvít, og tað liggur týðuliga djúpari enn húðin kring um hann, tá er tað líktrá, sum er brotin út í brunasárinum; og presturin skal siga hann óreinan; tað er líktrá. 26Men um presturin, tá ið hann hevur skoðað hann, eingi hvít hár sær á blettinum, og at hann ikki liggur djúpari enn húðin kring um hann, og at hann er fánaður, tá skal presturin byrgja hann inni í sjey dagar, 27og sjeynda dagin skal presturin hyggja aftur at honum; og hevur hann tá breitt seg út um húðina, skal presturin siga hin sjúka óreinan; tá er tað líktrá. 28Men stendur hin ljósi bletturin í stað og breiðir seg ikki út um húðina og er fánaður, tá er tað trotin eftir brunasárinum; og presturin skal siga hin sjúka reinan; tí at tað er arr eftir brunasárinum.
29Um maður ella kona fáa sjúkan flekk í hárið ella skeggið, 30tá skal presturin hyggja at tí sjúka flekkinum, og sær hann, at hann liggur týðuliga djúpari enn húðin kring hann, og at ljósagul, tunn hár eru á honum, tá skal presturin siga hann óreinan; tað er skurva, líktrá í hári ella skeggi. 31Men tykist skurvuflekkurin, tá ið presturin aftur hevur hugt at honum, ikki at liggja týðuliga djúpari enn húðin kring hann, og at eingi svørt hár eru á honum, tá skal presturin byrgja hann, ið skurvuflekkin hevur fingið, inni í sjey dagar; 32sjeynda dagin skal presturin hyggja at tí sjúka flekkinum; og sær hann tá, at skurvan ikki hevur breitt seg, at eingi ljósagul hár síggjast har, og at skurvan týðuliga ikki er djúpari enn húðin kring hana, 33tá skal hin sjúki raka sær, tó ikki har, sum skurvan hevur verið; og presturin skal aftur byrgja hann, ið skurvuna hevur, inni í sjey dagar. 34Sjeynda dagin skal presturin aftur hyggja at honum; og hevur tá skurvan ikki breitt seg út um húðina, og tykist hon ikki at liggja djúpari enn húðin, tá skal presturin siga hann reinan; hann skal tváa klæði síni og vera reinur. 35Men hevur skurvan breitt seg út um húðina, eftir at hann var sagdur reinur, 36tá skal presturin aftur skoða hann; og hevur tá skurvan breitt seg, nýtist prestinum ikki at hyggja eftir, um gul hár eru; hann er óreinur. 37Men er skurvan við sama lag, og svørt hár eru sprottin á henni, tá er skurvan grødd; hann er tá reinur, og presturin skal siga hann reinan.
38Fær kallur ella kona blettir á húð sína, hvítar blettir, 39tá skal presturin skoða teir, og eru tá blettirnir á húð teirra hvítir og fánandi, tá eru tað bert blæmur, sum eru brotnar út á húðini; hann er reinur.
40Verður maður berskøllutur aftantil á høvdinum, tá er hann hvirilskalli og er reinur; 41og verður hann berskøllutur framman á høvdinum, tá er hann ennisskalli og er somuleiðis reinur; 42men fær hann ljósareyðan flekk, har sum hann er berskøllutur, hvørt tað er á hvirilskallanum ella ennisskallanum, tá er tað líktrá, sum har er útbrotin; 43presturin skal tá skoða hann, og um tá trotin á tí sjúka flekkinum á hvirilskalla ella ennisskalla hans er ljósareyður og líkist líktrá á húðini, 44tá er hann líktráur og óreinur; presturin skal siga hann óreinan; hann hevur líktrá á høvdinum.
45Maður, ið sjúkur er av líktrá, skal ganga í skræddum klæðum og lata hárið vaksa vilt; hann skal hylja skegg sítt og rópa: «Óreinur, óreinur!» 46Alla ta tíð, hann er sjúkur, skal hann vera óreinur; hann skal búgva einsamallur á einingi; fyri uttan herbúðirnar skal bústaður hansara vera.
Á klæðum og skinni
47Kemur flekkur av líktrá á klæði, hvørt tað er av ull ella líni, 48á vovið ella bundið plagg, av ull ella líni, á skinn og alt, sum virkað er av skinni, 49og flekkurin á klæðinum ella skinninum, bæði tí vovna og tí bundna plagginum og øllum tí, sum virkað er av leðri, er grønlittur ella reyðlittur, tá er tað flekkur av líktrá; og presturin skal skoða hann. 50Og tá ið presturin hevur skoðað plaggið við flekkinum á, skal hann byrgja tað inni í sjey dagar. 51Sjeynda dagin skal hann aftur hyggja at tí; og hevur tá flekkurin breitt seg út um plaggið, tað vovna og tað bundna, skinnið og allar av skinni virkaðar lutir, tá er tað ring líktrá; tað skal vera óreint. 52Og hann skal brenna plaggið, bæði tað vovna og tað bundna, hvørt tað er av ull ella líni, og hvønn bjálva, alt, sum hevur á sær flekk av líktrá; tí tað er ring líktrá; tað skal verða uppbrent. 53Men sær presturin, at líktráarflekkurin ikki hevur breitt seg út um plaggið, hvørki tað vovna ella bundna ella teir ymisku av leðri virkaðu lutir, 54tá skal presturin bjóða at tváa plaggið, sum flekkurin er á, og síðan byrgja tað inni aftur í sjey dagar. 55Og presturin skal hyggja aftur at tí skadda plagginum, eftir at tað er tváað; og hevur flekkurin ikki skift dám, tá er plaggið óreint, tó at flekkurin ikki hevur breitt seg; tú skalt brenna tað upp; tað er sjúka, sum etur seg inn í ranguna ella rættuna. 56Men sær presturin, at flekkurin er fánaður, eftir at plaggið hevur verið tváað, tá skal hann burtur úr plagginum, bæði tí vovna og bundna og tí av leðri virkaða, skræða tað pettið, sum flekkurin situr á. 57Men kemur hann aftur í ljósmála á plagginum, tí vovna ella bundna ella á teimum ymisku skinnpløggunum, tá er tað líktrá, sum er um at bróta út; tú skalt brenna tað skadda plaggið upp. 58Men tað klæði, vovið ella bundið, ella tey ymisku skinnpløgg, sum flekkurin fer av við tvátti, tað skal tváast aftur og vera síðan reint. 59Hetta er lógin um líktráarflekk á ullarplaggi ella línplaggi, vovnum ella bundnum, ella á teimum ymisku skinnpløggunum; eftir henni skulu tey sigast rein ella órein.»
Currently Selected:
Triðja Mósebók 13: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society