YouVersion Logo
Search Icon

Triðja Mósebók 18

18
Um hjúnaband
1Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 2«Tala til Ísraelsmanna og sig við teir: Eg eri Harrin, Guð tykkara! 3Tit skulu ikki fara eftir siðum Egyptalands, har tit hava búð, og tit skulu ikki fara eftir siðum Kánáanlands, sum eg leiði tykkum inn í, ikki heldur ganga eftir fyriskipanum teirra. 4Men lógir mínar skulu tit halda og varðveita fyriskipanir mínar, so at tit ganga eftir teimum; eg eri Harrin, Guð tykkara! 5Tit skulu tí varðveita fyriskipanir og lógir mínar; tann maður, ið tær heldur, skal liva við teimum; eg eri Harrin.
6Eingin tykkara má nærkast at holdsligu skyldmonnum sínum til tess at nekta blygd teirra. Eg eri Harrin. 7Blygd faðirs tíns og blygd móður tínar mást tú ikki nekta; hon er móðir tín, tú mást ikki nekta blygd hennara! 8Blygd konu faðirs tíns mást tú ikki nekta; tað er blygd faðirs tíns. 9Blygd systur tínar, hvørt hon er dóttir faðirs tíns ella móður tínar, hvørt hon er fødd heima ella uttan fyri heimið – blygd hennara mást tú ikki nekta! 10Blygd sonardóttur tínar ella dótturdóttur mást tú ikki nekta, tí at tað er blygd tín. 11Blygd dóttur konu faðirs tíns, ið er komin av faðir tínum, blygd hennara mást tú ikki nekta; tí at hon er systir tín. 12Blygd faðirsystur tínar mást tú ikki nekta, hon er holdsliga skyldmenni faðirs tíns. 13Blygd móðursystur tínar mást tú ikki nekta, tí at hon er holdsliga skyldmenni móður tínar. 14Blygd faðirbróður tíns mást tú ikki nekta og ikki nærkast konu hans, tí at hon er faðirsystir tín. 15Blygd sonarkonu tínar mást tú ikki nekta, tí at hon er kona sonar tíns; blygd hennara mást tú ikki nekta! 16Blygd konu bróður tíns mást tú ikki nekta; tað er blygd bróður tíns. 17Blygd konu og dóttur hennara mást tú ikki nekta; heldur ikki mást tú taka sonardóttur ella dótturdóttur hennara til konu og nekta blygd hennara; tær eru holdsligu skyldmenni hennara; tað er leysalevnað. 18Tú mást ikki taka systur konu tínar til hjákonu og nekta blygd hennara, meðan systirin er á lívi, so at tú nektar blygdina hjá báðum.
Um siðloysi
19Konu, sum er órein vegna mánasjúku, mást tú ikki nærkast til at nekta blygd hennara. 20Við konu næsta tíns mást tú ikki hava samlegu, so at tú verður óreinur av henni. 21Einki av avkomi tínum mást tú geva Moloki sum offur; tú mást ikki vanhalga navn Guðs tíns. Eg eri Harrin! 22Tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við konu; tað er andstygd. 23Heldur ikki við nakað djór mást tú hava samlegu, so at tú verður óreinur av tí. Og kona má ikki standa fyri djóri til paringar; tað er hervilig andstygd.
Ávarandi dømi
24Dálkið tykkum ikki við nøkrum av hesum; tí at við øllum hesum hava teir heidningar dálkað seg, sum eg man reka undan tykkum; 25tí varð landið óreint; og eg læt misgerð tess koma yvir tað; og landið spýði út íbúgvar sínar. 26Varðveitið tí fyriskipanir og lógir mínar og fremjið onga av hesum andstygdum, hvørki hin innborni ella tann, sum býr í útisetri tykkara millum – 27tí at allar hesar andstygdir framdu teir, sum búðu í landinum undan tykkum, so at landið gjørdist óreint – 28so landið skal ikki útspýggja tykkum, tá ið tit gera tað óreint, eins og tað útspýði tær tjóðir, sum vóru har undan tykkum. 29Tí at hvør, ið fremur nakra av hesum andstygdum – hvør, sum fremur tær – skal verða oyddur úr tjóð síni! 30Varðveitið tí boðorð míni, so at tit ikki taka eftir teimum andstyggiligu siðum, ið framdir vórðu undan tykkum; gerið tykkum ikki óreinar við teimum. Eg eri Harrin, Guð tykkara!»

Currently Selected:

Triðja Mósebók 18: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in