Triðja Mósebók 27
27
Um loysn av halgigávum
1Og Harrin talaði til Móses og segði: 2«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið maður evnar Harranum heiti og metir tað í mannavirði, 3tá skal maður frá tjúgu ára aldri til seksti ára aldurs verða mettur til fimmti siklar í silvuri eftir halgidómsins virði. 4Er tað kona, skal hon verða mett til tríati siklar í silvuri. 5Sveinur frá fimm ára aldri til tjúgu ára aldurs skal verða mettur til tjúgu siklar og genta tíggju. 6Sveinbarn frá mánaðar gomlum til fimm ára aldurs skal verða mett til fimm siklar í silvuri og moybarn tríggjar siklar í silvuri. 7Maður farin um seksti ár skal verða mettur til fimtan siklar og kona til tíggju siklar. 8Men eigur ein nú ikki fyri tað, sum hann er mettur til, tá skal hann verða leiddur fyri prestin, og presturin skal meta hann; eftir evnum hans, ið heitið hevur gjørt, skal presturin meta hann.
9Viðvíkur heitið fenaði, sum ein kann frambera sum offurgávu til Harrans, tá skal alt, sum hann gevur, verða halgað Harranum. 10Tað má ikki verða býtt ella umskift, hvørki gott djór við ringt ella ringt við gott; og verður kortini djór skift um við djór, tá skal bæði tað sjálvt og tað, sum tað verður umskift við, verða heilagt. 11Viðvíkur heitið óreinum djóri, sum ikki má framberast Harranum sum offurgáva, tá skal tað verða leitt fyri prestin; 12og presturin skal meta tað, eftir sum tað er væl ella illa í holdum; og tað skal hava tað virði, sum presturin metir tað til. 13Men vil ein sjálvur loysa tað aftur, skal hann umframt loysnargjaldið rinda fimting í viðbót.
14Halgar maður Harranum hús sítt sum halgigávu, tá skal presturin meta tað, eftir sum tað er gott ella ringt; tað skal standa tað virði, sum presturin metir tað til. 15Men vil hann, ið halgaði hús sítt, loysa tað aftur, tá skal hann umframt loysnargjaldið rinda fimting í viðbót; og tá skal tað vera hansara ogn.
16Um maður halgar Harranum nakað av ognarjørð síni, tá skal loysnarvirðið metast eftir tí, sum hann sáar í hana; sáar hann ein homer av byggi, skal hon metast fimmti siklar í silvuri. 17Halgar hann jørð sína frá fagnaðarárinum av, tá skal hon standa sítt fulla metingarvirði. 18Men halgar hann hana, tá nakað er fráliðið fagnaðarárinum, tá skal presturin meta honum loysnargjaldið eftir teimum árum, ið eftir eru til fagnaðarárs, soleiðis at metanarvirðið minkar í sama mun. 19Vil nú tann, sum halgaði jørðina, loysa hana aftur, tá skal hann umframt loysnargjaldið rinda fimting í viðbót, og tá skal hon verða ogn hansara. 20Men loysir hann ikki jørðina aftur og selur hana kortini øðrum manni, tá skal ikki vera heimilt at loysa hana aftur; 21tá ið hon á fagnaðarárinum verður fræls aftur, skal hon verða halgað Harranum eins og bannførd jørð og ognast prestinum. 22Um maður halgar Harranum jørð, sum hann hevur keypt, og sum ikki er arvajørð hansara, 23tá skal presturin rokna honum metanarvirðið til næsta fagnaðarárs; og tá skal hann sama dag rinda metanarvirðið sum halgigávu til Harrans. 24Fagnaðarárið fellur jørðin aftur til hansara, sum hann keypti hana frá, og hvørs arvajørð hon var. 25Øll virðismetan skal vera eftir halgidómsins virði, soleiðis at tjúgu gerur eru í einum sikli.
26Eingin má halga Harranum nakran frumburð av fenaði, tí at sum frumborið hoyrir tað Harranum til longu frammanundan; hvørt tað er neyt ella seyður, hoyrir tað Harranum til. 27Men er tað eitt av teimum óreinu djórunum, tá skal hann loysa tað aftur eftir metanarvirðinum og umframt rinda fimting í viðbót; men verður tað ikki loyst aftur, tá skal tað verða selt fyri metanarvirðið.
Um bannføring
28Einki, sum bannført er, einki, sum maður við bannføring halgar Harranum av ognum sínum, hvørt tað er fólk ella fenaður ella arvajørð, má verða selt ella loyst aftur; alt, sum er bannført, er háheilagt og hoyrir Harranum til. 29Eingin bannførdur maður má verða loystur; hann skal láta lív.
Um tíggjund
30Øll tíggjund av jørð, bæði av korni og aldini hoyrir Harranum til og er halgað honum. 31Um maður vil loysa aftur nakað av tíggjund síni, skal hann í viðbót rinda fimting. 32Viðvíkjandi allari tíggjund av neytum og seyðum og øllum, sum fer undir hirðastavinum, skal tíggjunda hvørt djór verða halgað Harranum. 33Ikki má verða gjørdur greinarmunur á góðum og ringum djóri, og einki má verða býtt um; og verður nakað umbýtt, tá skal bæði tað sjálvt og tað, sum tað verður býtt við, verða heilagt og má ikki verða loyst aftur.»
34Hesi eru tey lógboð, sum Harrin á Sinai fjalli beyð Mósesi at flyta Ísraelsmonnum.
Currently Selected:
Triðja Mósebók 27: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society