YouVersion Logo
Search Icon

Triðja Mósebók 3

3
Lóg um takkaroffur
1Er offurgáva hansara takkaroffur, tikið av stórdjórum, tá skal tað, sum hann ofrar Harranum, hvørt tað er av kallkyni ella kvennkyni, vera lýtaleyst; 2hann skal leggja hond sína á høvur offurdjórsins og slátra tað við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons, prestarnir, skulu støkkja blóðið upp á altarið alt íkring. 3Síðan skal hann sum eldoffur ofra Harranum nakað av takkarofrinum: netjuna, sum er á indrunum, og allan mørin á innvølinum, 4bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum; 5og synir Árons skulu brenna tað oman á brenniofrinum, ið liggur á viðinum yvir eldinum; tað er eldoffur, Harranum vælangandi roykur.
6Men er offurgávan, ið hann ætlar Harranum sum takkaroffur, av smáfænum, tá skal tað, sum hann framber, hvørt tað er av kallkyni ella kvennkyni, vera lýtaleyst. 7Er tað lamb, ið hann vil frambera sum offurgávu, skal hann leiða tað fram fyri Harran; 8síðan skal hann leggja hond sína á høvur offurdjórsins og slátra tað við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons skulu støkkja blóðið av tí upp á altarið alt íkring. 9Síðan skal hann av takkarofrinum ofra Harranum sum eldoffur tað feita, feithalan allan, ið skal vera skorin frá við halabeinið, netjuna, sum er á indrunum, og allar mørir á innvølinum, 10bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum. 11Og presturin skal brenna tað á altarinum sum breyðeldoffur fyri Harranum.
12Er offurgáva hansara geit, skal hann leiða hana fram fyri Harran; 13og hann skal leggja hond sína á høvur hennara og slátra hana við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons skulu støkkja blóðið av henni upp á altarið alt íkring. 14Síðan skal hann av tí frambera sum offurgávu sína, sum eldoffur til Harrans, netjuna, sum er á indrunum, og allar mørir á innvølinum, 15bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum. 16Og presturin skal brenna tað á altarinum; tað er breyðeldoffur, vælangandi roykur. Allir mørir hoyra Harranum til. 17Hetta skal vera tykkum ævigt løgmál ættarlið eftir ættarlið á øllum bústøðum tykkara: Ongan mør og einki blóð mega tit eta!»

Currently Selected:

Triðja Mósebók 3: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in