YouVersion Logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 2

2
Skipan herbúðanna
1Harrin talaði við Móses og Áron og segði: 2«Ísraelsmenn skulu tjalda hvør við sítt merki, undir einkenni ættar sínar; kring um samfundartjaldið, eitt sindur frá tí, skulu teir tjalda.
3Frammantil móti eystri skal Júda tjalda undir merki sínum eftir herfjøldum sínum; høvdingi Júda sona er Náhsjon Amminadabsson; 4teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans eru sjeyti og fýra túsund og seks hundrað. 5Næst honum skal Issakars ætt tjalda; høvdingi Issakars sona er Netánel Zuarsson; 6teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og fýra túsund og fýra hundrað. 7Síðan Zebulons ætt; høvdingi Zebulons sona er Eliab Helonsson; 8teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og sjey túsund og fýra hundrað. 9Og allir, ið kannaðir eru í herbúðum Júda, eru eitt hundrað og áttati og seks túsund og fýra hundrað mans eftir herfjøldum teirra. Teir eiga fyrstir at leggja út, tá ið farið verður úr stað.
10Sunnantil skal Ruben reisa herbúðamerki sítt eftir herfjøldum sínum; høvdingi Rubens sona er Elizur Sjedeursson; 11teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti og seks túsund og fimm hundrað. 12Næst honum skal Símeons ætt tjalda; høvdingi Símeons sona er Sjelumiel Zurisjaddaison; 13teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og níggju túsund og trý hundrað. 14Síðan Gáds ætt; høvdingi Gáds sona er Eljasaf Reuelsson; 15og teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti og fimm túsund og seks hundrað og fimmti. 16Og allir, ið kannaðir eru í Rubens herbúðum, eru eitt hundrað og fimmti og eitt túsund og fýra hundrað og fimmti mans eftir herfjøldum teirra; teir eiga næstir at leggja út, tá ið farið verður úr stað.
17Síðan skal samfundartjaldið flyta úr stað, og saman við tí herbúðir Levitanna í miðjum herinum; á sama hátt, sum teir tjaldaðu, skulu teir flyta úr stað, hvør á sínum staði eftir merkjum sínum.
18Móti vestri skal Efraim seta herbúðir sínar undir merkjum sínum eftir herfjøldum sínum; høvdingi Efraims sona er Elisjáma Ammihudsson; 19teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti túsund og fimm hundrað. 20Næst honum Manasse ætt; høvdingi Manasse sona er Gamliel Pedazursson; 21teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru tríati og tvey túsund og tvey hundrað. 22Síðan Benjamins ætt; høvdingi Benjamins sona er Ábidan Gideónison; 23teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru tríati og fimm túsund og fýra hundrað. 24Allir, ið kannaðir eru í herbúðum Efraims, eru eitt hundrað og átta túsund og eitt hundrað mans eftir herfjøldum teirra; teir eiga triðir fyrstir at leggja út, tá ið flutt verður úr stað.
25Norðantil skal Dán reisa herbúðir sínar undir merkjum sínum eftir herfjøldum sínum; høvdingi Dáns sona er Áhiezer Ammisjaddaison, 26teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru seksti og tvey túsund og sjey hundrað. 27Næst honum skal Ásjers ætt tjalda; høvdingi Ásjers sona er Págiel Okransson; 28teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fjøruti og eitt túsund og fimm hundrað. 29Síðan Naftali ætt, høvdingi Naftali sona er Áhira Enansson; 30teir, ið kannaðir eru av herfjøld hans, eru fimmti og trý túsund og fýra hundrað. 31Og allir, ið kannaðir eru í herbúðum Dáns, eru eitt hundrað og fimmti og sjey túsund og seks hundrað. Tá ið farið verður úr stað, eiga teir síðstir at leggja út eftir merkjum sínum.»
32Hesir vórðu kannaðir av Ísraelsmonnum eftir ættum sínum; allir, sum kannaðir vórðu í herbúðunum eftir herfjøldum sínum, vóru seks hundrað og trý túsund og fimm hundrað og fimmti. 33Men Levitarnir vórðu ikki kannaðir við hinum Ísraelsmonnum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 34Og Ísraelsmenn gjørdu soleiðis; beint so sum Harrin hevði boðið Mósesi, tjaldaðu teir eftir merkjum sínum og løgdu út hvør eftir kyntátti og ætt síni.

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 2: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Fjórða Mósebók 2