Fjórða Mósebók 7
7
Vígslugávur ættarhøvdinganna
1Tá ið Móses var liðugur at seta upp tjaldtemplið og hevði salvað og halgað tað og øll amboð og salvað og halgað altarið og øll amboð tess, 2tá gingu høvdingar Ísraels fram, teir, ið vóru oddamenn fyri ættarbólkunum, ættarhøvdingarnir, sum høvdu skipað fyri teljingini; 3og teir bóru offurgávur sínar fram fyri Harran, seks vagnar við tjaldi og tólv neyt, ein vagn fyri hvørjar tveir høvdingar og eitt neyt fyri hvønn teirra; og teir leiddu hetta fram at tjaldtemplinum. 4Tá segði Harrin við Móses: 5«Tak við hesum av teimum og lat tað verða nýtt til tænastugerðar við samfundartjaldið og gev Levitunum tað eftir starvi teirra!» 6Móses tók tá vagnarnar og neytini og gav Levitunum tað; 7tveir vagnar og fýra neyt gav hann Gersjons sonum eftir starvi teirra; 8og fýra vagnar og átta neyt fekk hann Merari sonum eftir starvi teirra undir umsjón Ítámars, sonar Árons prests. 9Men Kehats sonum gav hann einki, tí at teir halgilutir, ið teir høvdu undir umsjón, kundu teir bera á herðum sínum. 10Síðan komu høvdingarnir við offurbollunum til vígslu altarsins tann dagin, tá ið tað varð salvað, og høvdingarnir bóru offurgávur sínar fram at altarinum. 11Tá segði Harrin við Móses: «Lat høvdingarnar koma hvønn sín dag við offurgávu síni til vígslu altarsins.»
12Tann, ið fyrsta dagin kom við offurgávu síni, var Náhsjon Amminadabsson av Júdaætt; 13offurgáva hansara var silvurkøsk, ið vá eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði tvey full av fínum mjøli, blandaðum við olju til grónoffurs, 14ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, fulla av roykilsi, 15ein ungur tarvur, ein veðrur, ein veturgamal seyður til brennioffurs, 16ein geitarhavur til syndaoffurs, 17og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Náhsjons Amminadabssonar.
18Annan dagin kom Netánel Zuarsson, høvdingi Issakars, við gávu síni. 19Hann frambar sum offurgávu sína silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolla úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði ílát full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, 20eina bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, fulla av roykilsi, 21ein ungan tarv, ein veðr og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, 22ein geitarhavur til syndaoffurs, 23og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Netánels Zuarssonar.
24Triðja dagin kom høvdingi Zebulons sona, Eliab Helonsson; 25offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, 26ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, 27ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, 28ein geitarhavur til syndaoffurs, 29til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Eliabs Helonssonar.
30Fjórða dagin kom høvdingi Rubens sona, Elizur Sjedeursson; 31offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði ílát full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, 32ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, 33ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, 34ein geitarhavur til syndaoffurs, 35og til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Elizurs Sjedeurssonar.
36Fimta dagin kom høvdingi Símeons sona, Sjelumiel Zurisjaddaison; 37offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, 38ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, 39ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, 40ein geitarhavur til syndaoffurs, 41til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Sjelumiels Zurisjaddaisonar.
42Sætta dagin kom høvdingi Gáds sona, Eljasaf Deuelsson; 43offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, 44ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, 45ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, 46og ein geitarhavur til syndaoffurs, 47til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Eljasafs Deuelssonar.
48Sjeynda dagin kom høvdingi Efraims sona, Elisjáma Ammihudsson; 49offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, 50ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, 51ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, 52og ein geitarhavur til syndaoffurs, 53til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Elisjáma Ammihudssonar.
54Áttanda dagin kom høvdingi Manasse sona, Gamliel Pedazursson; 55offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, 56bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, 57ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, 58og ein geitarhavur til syndaoffurs, 59til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Gamliels Pedazurssonar.
60Níggjunda dagin kom høvdingi Benjamins sona, Ábidan Gideónison; 61offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, 62bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, 63ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, 64ein geitarhavur til syndaoffurs, 65til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Ábidans Gideónisonar.
66Tíggjunda dagin kom høvdingi Dáns sona, Áhiezer Ammisjaddaison; 67offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, 68ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, 69ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, 70og ein geitarhavur til syndaoffurs, 71til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Áhiezers Ammisjaddaisonar.
72Ellivta dagin kom høvdingi Ásjers sona, Págiel Okransson; 73offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, 74ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli full av roykilsi, 75ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, 76ein geitarhavur til syndaoffurs, 77til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Págiels Okranssonar.
78Tólvta dagin kom høvdingi Naftali sona, Áhira Enansson; 79offurgáva hansara var silvurkøsk, ið stóð eitt hundrað og tríati siklar, og offurbolli úr silvuri, ið stóð sjeyti siklar eftir halgidómsins virði, bæði full av fínum mjøli, blandaðum við olju, til grónoffurs, 80ein bollaskál, ið stóð tíggju siklar í gulli, full av roykilsi, 81ein ungur tarvur, ein veðrur og eitt veturgamalt lamb til brennioffurs, 82og ein geitarhavur til syndaoffurs, 83til takkaroffurs tvey neyt, fimm veðrar, fimm havrar og fimm veturgomul lomb. Hetta var offurgáva Áhira Enanssonar.
84Hesar vóru gávurnar frá høvdingum Ísraels til vígslu altarsins, tann dagin tað varð salvað; tólv silvurkøskir, tólv offurbollar úr silvuri og tólv bollaskálir úr gulli; 85hvør silvurkøskin vá eitt hundrað og tríati siklar, og hvør offurbollin sjeyti siklar, øll silvurílátini vógu tvey túsund og fýra hundrað siklar eftir halgidómsins virði, 86tólv bollaskálir úr gulli, fullar av roykilsi, hvør bollaskálin tíggju siklar eftir halgidómsins virði, allar bollaskálirnar tilsamans eitt hundrað og tjúgu siklar í gulli. 87Øll stórdýrini til brennioffurs vóru tólv tarvar umframt tólv veðrar og tólv veturgomul lomb saman við grónofrum teirra og tólv havrar til syndaoffurs. 88Øll stórdýrini til takkaroffurs vóru tjúgu og fýra tarvar umframt seksti veðrar og seksti veturgomul lomb. Hesar vóru gávurnar til vígslu altarsins, eftir at tað var salvað.
89Tá ið Móses gekk inn í samfundartjaldið at tala við Harran, hoyrdi hann røddina tala til sín oman av sáttarlokinum, sum er yvir vitnisburðarørkini, frá staðinum millum báðar kerúbarnar; haðan talaði hann við hann.
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 7: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society