Mathæussa 17

17
Teâ 17da Capitule.
1O sex Deâar ettur teâ, toug Iesus Pedur o Iaagub o Badja hansara Iouhannis tíl suins, o heje tair vi seâr ainsaris aa ait høgt Fjadl.
2O han blaiv forvanlavur firi taimun, o Anlíd hansara skain sum Soulin, men Kleâjir hansara fingu qvuidan Liid, sum Ljousi.
3O sui, Mousis o Elias suindu sé firi taimun, o teâlavu vi han.
4Taa sveâraje Pedur, o seje vi Iesus: Harri! hér ér godt á væra; víl tû, só villja víd gjéra trudjar Bûir hér; teâr aina, o Mousussi aina, o Eliassi aina.
5Mian han enn heje hetta aa Maali, sui, taa skuggaje ain klaarur Skuiur um tair; o sui, ain Røst kóm ûr Skuidjinun, sum mælti: hesin ér Sónur muin, hín elskelije, sum Ee heâvi godt Taidi ui; hoiri han.
6O taa=ui Disciplanir hoirdu teâ, duttu tair fram ettur Grigvu, o raddust idla.
7O Iesus stai fram, neâm vi tair, o seje: standi up, o reâjist ikkje.
8Men taa=ui tair hugdu up attur, souvu tair Ongan uttan Iesus ainsumaldan.
9O taa=ui tair gungu niur eâv Fjadlinun, beâ Iesus tair, o seje: Tíd skullu Ongan leâda fratta fraa hesari Sjoun, firrinn Menniskjans Sónur ér steâjin up fraa Deja.
10O Disciplar hansara spurdu han, o søddu: tíl qvøs ér teâ taa, á tair Skriftklougu sija, á Elias ajur á kóma undan?
11Men Iesus sveâraje, o seje tíl tair: Elias kjémur veâl undan, o skeâl baina Alt ui Leâ.
12Men Ee sije Tikun, Elias ér kómin, o tair kjendust ikkje vi han, men gjørdu moudi honun, qveâd tair vildu; tuiluigt skeâl aisini Menneskjans Sónur luja eâv taimun.
13Taa grunavu Disciplanir, á han heje rødt vi tair um Iouhannis Doibarin.
14O taa=ui tair kómu attur tíl Folkje, traaddi ain Meâvur tíl hansara, o fædl ui kneâ firi honun, o seje:
15Harri, forbarma té ivur Són muin, thui han ér maanasjûgur, o hevur teâ egvelia strængt; thui han dættur ofta ui Eld, o ofta ui Vatn;
16o Ee laiddi han tíl Disciplar tuinar, o tair vouru ikkje mæntir á gjéva honum Hailsuboud.
17Men Iesus sveâraje, o seje: ó datta vantrigvna o forvenda Sleâ! qvussi langji man Ee væra kjaa Tikun? qvussi langji man Ee tóla Tikun? Laji meâr han hiar.
18O Iesus daildi han idla, o Develin four ûd ûr honun; o Drongurin blaiv dûeliur fraa tairi sómu Stundini.
19Taa gungu Disciplanir eâvsujis tíl Iesussa, o søddu: qvui kundu víd ikkje druiva han ûd?
20Men Iesus seje vi tair: firi Vantrûna Tikara Skjild; thui sannelia sije Ee Tikun: qvisui Tíd heâva Trigv sum ait Sinopskodn, so mouu Tíd veâl sija tíl hetta Fjadli: flitt té heâani heâar, só skeâl teâ flitta sé; o Tikun skeâl Onkje væra ouført.
21Men hetta Sleâji feer ikkje ûd utan vi Bøøn o Fastu.
22Meni tair fouru um ui Galilaja, seje Iesus vi tair: Menniskjans Sónur skeâl antvorast ui Menniskja Hændur;
23o tei skullu slaa=a han ihél, o han skeâl raisast up aa tria Deâji. O tair fudlu rattelia ui Faat.
24Men taa=ui tair kómu tíl Capernaum, gungu tair, ui tougu moudi Skatta=Péningunun, tíl Pedur, o søddu: gjevur Maistari Tikara ongan Skatta=Péning?
25Han jaattaje. O taa=ui tair kómu inn ui Stovuna, beâr Iesus sjolvur fist up aa Maali vi han, o seje: qveád tíkjist teâr, Suimin? fraa qvørjun teâga Konganir aa Ieâraruigji Todl edla Skat? eâv taira egnu Bødnun, edla eâv Vidliframmandun?
26Pedur sijur vi han: eâv Vidliframmandun. Iesus seje vi han: só eru jû Bødnini frui.
27Men á víd skullu ikkje erta tair up firi tes Skjild, só feâr up omanaa Sjouarklettin, o haldt ain Ongul ûd, o teâg fista Fisk, ui tû siftir; o taa=ui tâ lédur Gaagjin up aa honun, skeâl tû finna ain Stater; teâg tan, o gjév taimun han firi mé o té.

Tällä hetkellä valittuna:

Mathæussa 17: FAO1823

Korostus

Jaa

Kopioi

None

Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään