Mathæussa 27

27
Teâ 27da Capitule.
1Men taa=ui lai aa Modni, hildu adlir tair Ipparstu=Præstanir o tair Ældstu eâv Folkjinun Tingrai moudi Iesussi, á tair kundu eâvluiva han.
2O tair bundu han, o fluttu han heâani, o antvoravu Pontius Pilatussi Landshøvdingjinum han.
3Taa=ui Iûdas, sum forraaddi han, saæ teâ, á han veâr fordømdur, ængraji teâ honun, o han beâr tair tredivu Silvurpéningar attir tíl tair Ipparstu=Præstar o Ældstu, o seje:
4Ee heâvi sinda, á Ee forraaddi ouskjildit Blou. Men tair søddu: qveâd kjémur okkun teâ vi? Sui tû tíl tes.
5O han flogdi Silvurpéninganar ui Templi, ruimdi burtur, o gjæk heâani o hongdi sé.
6Men tair Ipparstu=Præstanir tougu Silvpéninganar, o søddu: teâ ér ikkje tíllaadt á læggja tair ui Templa=Kjistuna, thui teâ eru Blou=Péningar.
7Men tair hildu Raa, o kjebtu aina Pottameâgara Daild firi tair, tíl á Ieâra fremmandi Fólk ui.
8Thui blaiv tan Daildin kadla Blou=Daildin tíl henda Deâ.
9Taa gjæk ûd teâ, sum teâla ér eâv Próphetanun Ieramiassi, sum sijur: o tair tougu tair tredivu Silvpéninganar, Virin eâv tan Vurderaja, sum Israels Bødn vurderavu;
10O tair gouvu tair firi aina Pottameâgara Daild, sum Harrin befadlaje meâr.
11Men Iesus stou firi Landshøvdingjinun; o Landshøvdingurin spurdi han, o seje: ér tû Kongur Iødana? Men Iesus seje vi han: tû sijur teâ.
12O taa=ui han blaiv ankleâavur eâv taim Ipparstu=Præstunun o Ældstu, ønti han ikkje attir.
13Taa seje Pilatus vi han: hoirir tû ikkje, qvussi migji tair vitni moudi teâr?
14O han sveâraje honun enn ikkje tíl ait ainasta Oor, só á Landshøvdingurin undrajist stourlia.
15Men tíl Høgtuijuna pladdi Landshøvdingurin á gjéva Folkjinun ain Fanga leisan, qvøn tei vildu.
16Men tei høddu taa ain fraagjera Fanga, sum heed Barrabas.
17O thui seje Pilatus vi tei, taa=ui alt veâr seâmankómi: qvøn villja Tíd á Ee skeâl gjéva Tikun leisan? Barrabas? edla Iesus, sum kadlast Christus?
18Thui han vidsti, á tair høddu eâv Eâvind ført han firi sé.
19Men sum han seâd aa Doumstoulinun, sendi Hûsfrigv hansara honun Bó, o leâd sija vi han: befatta té onkji vi henda Rattelia, thui Ee heâvi údsteâji Migji ui Deâ ui ainun Dreimi firi hansara Skjild.
20Men Ipparstu=Præstanir o tair Ældstu eggjavu Folkje tíl, á tei skjildu bia um Barrabas, men umkóma Iesussi.
21Men Landshøvdingurin sveâraje, o seje vi tei: qvøn villja Tíd, á Ee skeâl gjéva Tikun leisan eâv hesun Baaun? Men tei søddu Barrabas.
22Pilatus seje vi tair: qveâd skeâl Ee taa gjéra vi Iesus, sum kadlast Christus? Tei søddu ødl vi han: leâd han krosfæstast!
23Men Landshøvdingurin seje: qveâd Oundt hevur han taa gjørt? Men tei gouvust aa á rouba: leâd han krosfæstast!
24Men taa=ui Pilatus saae, á han ûdrætti Onkje, men á heâr blaiv størri Buldur, toug han Vatn, o tvaa=aje Hændurnar firi Folkjinun, o seje: Ee eri seâgleisur ui hendar Rattelias Bloui; sudji Tíd tíl tes.
25O haila Folkje sveâraje, o seje: Blou hansara kómi ivur okkun o ivur okkara Bødn!
26Taa geâv han taimun Barrabas leisan; men Iesus leâd han hûfletta, o fek taimun han, á han skjildi krosfæstast.
27Taa tougu Struidmenn Landshøvdingjins Iesus tíl suins ui Tingstovuna, o sænkavu seâman um han haila Rudluna.
28O tair kladdu han eâv, o kastavu aina Purpur=Kaabu um han.
29O tair flattavu aina Krounu eâv Tornun, o sædti heâna aa Høvur hansara, o ain Stapprik ui høgru Haand hansara; o tair fudlu ui Kneâ firi honun, o spottavu han, o søddu: hailur ui heppi, tû Iøda=Kongurin!
30O tair spuittu uppaa han, o tougu Stapprikkjin, o síbavu um Høvdi aa honun.
31O taa=ui tair høddu ûdspotta han, tougu tair Kaabuna eâv honun, o loudu han ui suin egna Bûna, o førdu han ûd á krosfæstast.
32Men sum tair gungu ûd, raktu tair vi ait Menniskja fraa Cyrenen, sum heed Suimin; han tvingavu tair tíl á bæra Kors hansara.
33O taa=ui tair kómu tíl ait Ploss, sum kadlast Golgatha, teâ ér ûdtuja: Heisponnu=Plossi,
34taa gouvu tair honun á drækka Eedik blandajan vi Gadli; o taa=ui han smakkaje teâ, vildi han ikkje drækka.
35Men tair, sum høddu krosfæsta han, buittu Kleâjir hansara sundur, o kastavu Lodd um tei; á teâ skjildi genga ûd, sum ér sagt eâv Próphetanun: tair skjiftu Kleâjir muini, o kastavu Lodd um Kjoula muin.
36O tair soutu heâr, o passavu uppaa han.
37O omanfiri Hødd hansara sættu tair Sæktina moudi honun upskrivna: hésin ér Iesus, Kongur Iødana.
38Taa krosfæstavu tair tvair Røvarar vi honun, Ain vi teâ høgru o Ain vi teâ vinstru Lijina.
39Men tei, sum gungu heâr framkjaa, spottavu han, o ristu vi Høddun taira, o søddu:
40Tû, sum bruidur niur Templi, o biggjir teâ ui trudjar Deâar, frals té sjolvan; ér tû Guds Sónur, só stui niur eâv Krossinun.
41Luigasó spottavu Ipparsti=Præstanir han, vi taim Skriftklougu o Ælstu, o søddu:
42Han hevur redda Onnur, sé sjolvan kan han ikkje redda; ér han Kongur Israels só stuji han nû niur eâv Krossinun, só villja víd trigva honun;
43han laid uppaa Gud; han fruji han nû, um han hevur Beheâ tíl hansara; thui han hevur sagt: Ee eri Guds Sónur.
44Men teâ Seâma brijavu Røvarnir honun, sum vouru krosfæstajir vi honun.
45Men fraa tui satta Tuima blaiv alt Mirkur ivur haila Landi intíl tan nuidjinda Tuiman.
46Men um tan nuidjinda Tuiman roubti Iesus vi heârun Mæli, o seje: Eli! Eli! Lama Sabachtani? teâ ér: muin Gud! muin Gud! qvui hevur tû forlaadi mé?
47Men Neâgrir eâv taimun, sum heâr stouvu, taa=ui tair hoirdu hetta, søddu tair: han kadlar aa Elias.
48O strax leib Ain eâv taim, o toug ain Svamp, o fildti han vi Eedikje, o stak han uppaa ait Røør, o geâv honun á drækka.
49Men hinir Eâru søddu: leâd væra! leâd okkun sudja, um Elias kjémur, o víl redda han.
50Men Iesus roubti attur vi heârari Røst, o geâv up Aandina.
51O sui, Forhangji ui Templinun skradnaje ui tvei, fraa tui Øvasta tíl teâ Ni=asta; o Iørin skalv, o Klettanir rivnavu,
52o Grøvunar loudust up; o mong Legumir eâv taim undanfarnu Helgunun stouvu up;
53o tei gungu ûd eâv Grøvunun ettur Upstandilsi hansara, o kómu inn ui tan hellia Steâjin, o obinbaaravust firi Mongun.
54Men Høvidsmeâvurin, o tair, sum vouru vi honun, o goimdu eâd Iesusse, taa=ui tair souvu hetta Iørskjælv, o teâ ui skjeddi, raddist tair idla, o søddu: sannelia, hesin veâr Guds Sónur.
55Men heâr vouru mengar Qvinnur, sum skottavust ettur hesun længt fraa, o sum høddu væri ui Filgji vi Iesussi fraa Galilaja, o teânt honun.
56Midlun teâr vouru Maria Magdalena, o Maria, Iaagubsa o Iousussa Mamma, o Mouurin tíl Sinir Zebedæussa.
57Men taa=ui Qvøldi veâr kómi aa, kóm ain ruigur Meâvur fraa Arimathæa, vi Navn Ióseph, sum aisini sjolvur heje væri Discipel Iesussa.
58Han gjæk tíl Pilatussa, o begjærdi Legume Iesussa. Taa befadlaje Pilatus, á Legume skjildi fludjast honun.
59O Ióseph toug Legumi, o svaibti teâ ui ait raint Luinkleâji,
60o leje teâ ui taa nuidju Grøøv suina, sum han heje leâdi høgga ui ain Klet, o rudlaje ain stouran Stain firi Ingongdina eâd Grøvini, o four burtur heâani.
61Men Maria Magdalena veâr heâr, o hin onnur Maria; o teâr sættu sé baint ivur fraa Grøvini.
62Men tan annan Deâjin, sum filgdi ettur Tilfluidgjinga=Deâjinun, taa sænkavust tair Ipparstu=Præstanir o Pharisaiarnir tíl Pilatussa,
63o søddu: Harri! okkun rennur ui Gruun, á hesin Forførarin seje, mian han livdi: ettur trimun Døun skeâl Ee raisast up.
64Befadla thui, á Grøvin værur forveâra virilia intíl tria Deâjin, á ikkje Disciplar hansara skullu kóma um Nottina, o stjeâla han, o sija firi Folkjinun: han ér raistur up fraa taim Deju; o taa víl teâ suista Falsknaruije væra verri inn teâ fista.
65Men Pilatus seje vi tair: hér heâva Tíd Væktarar; feâri, forveâri trûliani, sum Tíd vida bedst.
66Men tair gungu heâar, o forveâravu Grøvina veâl o virilia vi Vagtini, taa=ui tair høddu forsegla Stainun.

Tällä hetkellä valittuna:

Mathæussa 27: FAO1823

Korostus

Jaa

Kopioi

None

Haluatko, että korostuksesi tallennetaan kaikille laitteillesi? Rekisteröidy tai kirjaudu sisään