YouVersion लोगो
सर्च आयकॉन

Jóhannesar Evangelium 6

6
6 KAPITUL.
1EFTIR hetta fór Jesus burtur hinumegin Tíberiasvatnið í Gálíleu.
2Men honum fylgdi stór mannfjðid, ti at tey sou tey jartekn, sum hann plagdi at gera á teimum sjúku.
3Men Jesus fór niðan áfjallið, og har settist hann saman við lærisveinum sínum.
4Men páskir, hőgtíðin hjá Jødunum, vóru nær.
5Tá ið nú Jesus hevði upp eygu sini og sá, at mannfjőld kom gangandi til hansara, sigir hann yið Filippus: hvaðani akulu vitkeypa breyð, at hesir kunna fáa at eta?
6Men hetta segði hann til at royna hann; ti sjálvur visti hann, hvat hann ætlaði sær at geía.
7Filippus svarar honum aftur: Breyð fyri tvey hundrað denáríar#Ein denárii er o.u. 60 oyr. er ikki nóg mikið hjá teimum, so at allir kunnafáa at smakka.
8Ein av hans læríiveínum, Andrias, bróðir Símun Pæturs, sigir við hann:
9Her er em smádrongur, sum hevir fimm byggbreyð og tveir lítlar fiskar; men hvat er tað hjá sð mongum?
10Jesus segði: Latið fólkið setast niður. Men har var væl vallað á staðnum. Kallmenninir settust tá niður uti við fimm tusund i tali.
11Jesus tók nú breyðini og takkaði og gav teimum, ið sótu; somuleiðis eisiní av fiskunum, so mikið sum teir vildu.
12Men tá ið teir vóru mettir, sigir hann við lærisveinar sínar: Berið teir leivdu molarnar saman, at einki spillist burtur.
13So hentaðu teir saman, og teir fyltu upp í tólv tægur av mólúm av teimúm fimm byggbreyðunum, sum vóru lopnir av hjá teimum, íð hvővdu etið.
14Tá ið nú menninir sou tað jartekn, ið hann hevði giðrt, sőgdu teir: Hesin er sanniligatann profeturin, sum eigir at koma í heimin.
15Tá ið Jesus nú sá, at teir æt-laðu sæe at koma óg taka hann við vald, til tess at gera hann til kong, kom hann sær burtur niðan aftur á fjallið einsamallur.
16Men tá ið nú kømið var ait kvoldi, fóru lærisveinar hansara oman at vatninum,
17Og teir fóru í skipið og hildu yvir um vatnið nióti Kápernauin. Men náttarmyrkrið, kom á teir, og Jesus var enn ikki komin til teirra;
18Og drabbvar á vatninúm, av tí at vindurin var nógvur.
19Tá ið teir nú hvővdu rógvið nakað sum 25 elia 30 stádiur (t.e.: einar tveir-tríggjar fjórðungar), síggja teir, at Jesus gðngur á vatninum og er komin hær skipinum, og teir ræddust.
20Men hann sigir við teir: Hetta eri eg, óttist ikki.
21Teir vildu nú taka hann inn í skipið, og strax kom skipið at landinum, sum teir hildu ímóti.
22Dagin eftir sá fólkahópurin, sum stóð hinumegin vatnið, attað ikki hevði verið meira enn ein batur har, og at Jesus ikki var farin umborð við lærisveinunum, men at lærisveinar hans vóru farhir einsamallir avstað
23(Men har vóru komnir batar ira Tiberias nær til tann stað, hvar teir hővdu etið breyðið, eftir at Harrin hevði takkað):
24Tá ið nú fólkahópurin sá, at Jesus ikki var har, ei heldur hansara lærisveinar, fóru teir sjálvir í batarnar og komu til Kápernaums at leita eftir Jesusi.
25Og tá ið teir funnu hann hinumegin vatnið, sőgdu teir við hann: Rabbi, nær ertú komin higar?
26Jesus svaraði teimum og segði: Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, tit leita eftir mær, ikki ti at tit sóu tekn, men ti at tit ótu av breyðunum og vóru mettir.
27Arbeiðið ikki uppá at vinna tann matin, sum tínist burtur, men heldur tann matin, sum heldur á til ævigt lív, tann, sum mannasonurin man geva tykkum; ti hann hevir faðirin, Gud, inntiglað.
28Teir sőgdu tá við hann: Hvat skulu vit gera fyri at arbeiða uppá Guds gerningar?
29Jesus svaraði og segði við teir: Hetta er Guds gerningur, at tit skulu trúgva á tann, ið hanu sendi.
30Tá sőgdu teir við hann: Hvat jartekn gert tú tá, at vit kunna sígga tað og trúgva tær? Hvat arheiði gert tú?
31Fedrar okkara ótu manna í oyðimdrkini, so sum skrivað stendur: „Breyð frá himlinum gav hann teimum at eta.“
32Tá segði Jesus við teir: Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, tað var ikki Móses, ið gav tykkum breyðið frá himlinum, men tað er faðir min, sum gevur tykkum hitt sanna breyðið frá himlinum.
33Ti Guds breyðið er tað, sum kemur niður av himlinum og gevur heiminúm lív.
34Teir sőgdu tá við hann: Harri, gev okkum altíð hetta breyðið.
35Tá segði Jesus við teir: Eg eri livsins breyð; hann, ið kemur til min, man ikki kenna hungur, Og hann, ið trýr á meg, man ikki kenna tósta nakrantíð.
36Men eg havi sagt tykkum, at tit hava sæðog tó ikki trúgva.
37Alt sum faðirin gevur mær, man kóma til min, og tann, sum til min kemur, reki eg sanniliga ikki burtur;
38Ti eg eri komin niður frá himlinum, ikki til at gera min vilja, men hans vilja, sum meg sendi.
39Og tað er hans vilji, sum meg sendi, at av őllum ti, su in hann hevir givið mær, má eg einki missa burtur, men egskal uppreisa tað á evsta degi.
40Ti hetta ermins faðirs vilji, at ein og hvőr, sum sær sonin og tryr á hann, skal hava lív, og eg man uppreisa hann á evsta degi.
41Tá vóru Jødarnir illfísnir við hann, ti at hann segði: Eg eri tað breyðið, sum kom niður frá himlinum;
42Og teir sőgdu: Er hetta ikki Jesus, sonur Jósefs, sum vit kenna faðií og móður hjá? Hvussu kann hann tá nú siga: Eg eri komin niður frá himlinum?
43Jesus svaraði og segði við teir: Verið ikki illfísnir tykkara millum!
44Eingin kann koma til min, utan at faðirin, sum sendi meg, dregur hann, og eg skal uppreisa hann á evsta degi.
45Tað stendur skrivað hjá profetunum: „Og teir munu allir verða upplærdir av Guði;“ ein og hvőr, sum hevir hoyrt av faðirinum og tikið við læru, kemur til min.
46Ikki so at skilja, at nakar hevir sætt faðirin; utan hann sum er frá Guði, hann hevir sætt Guð.
47Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, hann, ið tryr, hevir aevigt liv.
48Eg eri lívsins breyð.
49Tykkara fedrar ótu manna í oyðimőrkini og doyðu.
50Slíkt er tað breyðið, ið kemur niður frá himlinum, at ein má eta av tí og ikki doyggja.
51Eg eri tað hitt livandi breyðið, sum er komið niður frá himlinum; um nakar etur av minum breyði, man hann liva í allar ævír; ja, og tað breyðið, sum eg man geva til lívs fyri heimin, er mítt kjőt.
52Tá kjakaðust Jødarnir íøði sínámillum og sőgdu: Hvussu kann hann geva okkum kjőt sítt at eta?
53Jesus segði tá við teir: Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum, eta tit ikki mannasonarins kjőt og drekka hansara blóð, hava tit ikki lív í tykkum.
54Hann, ið etur mítt kjőt og drekkur mítt; blóð, hevir ævígit lív, og eg skal uppreisa hann á evsta degi.
55Ti kjőt mítt er sannur matur, og blóð mítt er sannur drykkur.
56Hann, ið etur mítt kjőt og drekkur mítt blóð, verður í mær, og eg í honum.
57Líkasum hin livandi faðirin itsendi meg, og eg havi lív av faðirinum, soleiðis man eisini hann, ið etur meg, hava lív av mær.
58Slíkt er tað breyðið, ið er komið niður av himlinum. Tað er ikki við honum, ið etur hetta breyðið, sum tað var við fedrunum, ið ótu og doyðu, tí hann fer at liva í allar ævir.
59Hesi orðini talaði hann í Kápernaum, meðan hann lærdi í einum samkomuhúsi.
60Nógvirav hans lærisveinum, sum hvővdu hoyrt tey, sőgdu tá: hórð er henda røðan; hvőrkann hoyra hana?
61Men av tí at Jesus visti við sær sjálvum, at hansara lærisveinar vóru illfísnir um hetta, segði hann við teir: Villir hetta tykkum av leið?
62Men um tit nú fáa at siggja mannasonin fara upp hagar, sum hann var áður?
63Tað er andin, ið ger livandi, kjőtið gagnar einki; tey orð, sum eg havi talað við tykkum, eru andi og eru lív.
64Men tað eru nakrir av tykkum, sum ikki trúgva. Tí Jesus visti frá upphavi, hvőrjir teir vóru, sum ikkj trúðu, og hvőr hann var, sum mundi svíkja hann.
65Og hann segði: Tí havi eg sagt tykkum, at eingin kann koma til min, utan tað er honum givið av faðirinum.
66Av hesum fóru nú mangir av hansara lærisveinum frá honum og ferðaðust ikki longur við honum.
67Jesus segði tá við teir tólv: Vilja eisini tit fara burt?
68Símun Pætur svaraði honum: Harri, til hvonn skulu vit fara? tú hevir orð við ævigum lívi;
69Og vit hava trúð og lært at kenna, at tú ert Guds heilagi.
70Jesus svaraði teimum: Havi eg ikki útvalt tykkum tólv? og ein tykkara er ein djevul.
71Men hann meinti Júdas, son Símun Iskarjots; tí hann varð síðan at svíkja hann, tó at hann var ein av teimum tólv.

सध्या निवडलेले:

Jóhannesar Evangelium 6: FAO1908

ठळक

सामायिक करा

कॉपी करा

None

तुमचे हायलाइट तुमच्या सर्व डिव्हाइसेसवर सेव्ह करायचे आहेत? साइन अप किंवा साइन इन