Jóhannesar Evangelium 2
2
2 KAPITUL.
1G á triðja degi varð eitt brúdleyp í Kána í Gálíleu, og móðir Jesusar var har.
2Men eisini Jesus og lærisveinar hans vóru bodnir í brúdleypið.
3Og tá har treyt vín, sigir moðir Jesusar við hann: Tey hava einki vín.
4Jesus sigir við hana: Kvinna, hvat er okkara millum? Tími min er ikki komin enn.
5Móðir hans sigir við embsetisfólkið: Hvat hann so sigir við tykkum, gerið tað.
6Men har vóru sex vatnsker úr steini, sett har eftir reinsunar siði hjá Jødunum, og tók hvőrt teirra tvey elia trý mai.
7Jesus sigir við teir: Fyllið vatnskerini við vatni. Og teir fyltu tey at tromum.
8Og hann sigir við teir: Oysið nú av og berið hovuðskokk-inum. Men teir bóru honum.
9Men tá ið hóvuðskokkurin smakkaði á vatnið, sum nú var vín (og hann visti ikki, hvaðani tað var komið, men embætisfólkið, sum hevði oyst vatnið, visti tað), so rópar hóvuðskokkurin brúðgómin og sigir við hann:
10Allir menn seta fram fyrst tað góða vínið, og tá ið gestir-nir eru druknir, so tað ringara; tú hevir goymt tað góða vínið líka til nú.
11Hetta var hitt fyrsta jarteknið, sum Jesus gjőrdi, í Kana í Gálíleu: og hann opinberaði dyrd sina, og lærisveinar hans trúðu uppá hann.
12Eftir hetta fór hann oman til Kápernaums, hann og móðir hans og brøður hans og lærisveinar hans, og har dvaldust tey ikki nógvar dagar.
13Og páskirnar hjá Jødum vóru fyri hond, og Jesus fór niðan til Jerúsaleins.
14Og hann fann í halgidóminum teir, sum seldu neyt og seyð og dúgvur, og teir, sum vexlaðu pengar, sitandi;
15Og hanngjőrdi ein koyril ay streingjum og rak allar út úr halgidóminum, eisini seyðin og neytini, og smápengarnar hjá teimum, ið vexlaðu, spjaddi hann út um og velti borðini umkoll,
16Og við teir, ið seldu dúgvurnar, segði hann: Takið hetta burtur hiðani, gerið ikki faðirs mins hús til eitt krambúðarhús.
17Lærisveinar hans komu til hugs um, at skrivað er: „Agrytni fyri húsi tínum man uppeta meg.“
18Jødarnir tóku tá til orða og sőgdu við hann: Hvat jartekn synir tú okkum, síðan tú gert hetta?
19Jesus svaraði teimum og segði: Brótið niður hetta templið, og á trimum dógum skal eg reisa tað.
20Tá sőgdu Jødarnir: ísex og fjóruti ár hevir hetta templið staðið í gerð, og tú vilt reisa tað á trimum dógum!
21Men hann talaði um lekams síns tempul.
22Tá ið hann vvr upp rísin frá deyðum, komu ti hans lærisveinar til hugs um, at hann hevði mæll; hetta; og teir trúðu skriftini og ti órði, sum Jesus hevði sagt.
23Meðan hann nú var Jerusalem á páskum umhógtíðina, trúðu mangir uppá navn hans, av ti teir sóu tey jartekn, ið hann gjőrdi.
24Men Jesus sjálvur var teimum mistrúgvin at geva seg teim í hendur, av ti at hann kendi allar,
25Og av ti at honum ikki var torvur á, at nakar bar honum vitni um mannabðrnini; ti hann visti sjálvur, hvat ið búði í mannabornunum.
Iliyochaguliwa sasa
Jóhannesar Evangelium 2: FAO1908
Kuonyesha
Shirikisha
Nakili
Je, ungependa vivutio vyako vihifadhiwe kwenye vifaa vyako vyote? Jisajili au ingia
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society