Jóhannesar Evangelium 3

3
3 KAPITUL.
1MEN har var ein maður, ein Fariseari, sum æt Nikodemus, ein hovuðsmaður Jødanna.
2Hann kom til hansara ná tt og segði við hann: Rabbi, vit vita, at tú ert ein lærari, komin frá Guði, ti eingin kann at gera hesi somu jartekn, sum tú gert, utan at Gud er við honum.
3Jesus svaraði og segði við hann: Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær: utan at maður verður føddur av nyggjum, kann hann ikki síggja Guds ríki.
4Nikodemus sigir við hann: Hvussuleiðis kann maður føðast, tá ið hann er gamal? Hann kann tá ikki aðra ferð íara inn í lív móður sínar og føðast?
5Jesus svaraði: Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær, utan at maður verður føddur av vatni og anda, kann hann ikki koma inn í Guds ríki.
6Tað sum av kjőtinum er føtt, tað er kjőt, og tað, sum er føtt av andanun, er andi.
7Undrast ikki á, at eg segði við teg: Tit mugu føðast av nýggjum.
8Vindurin blæsur, hvar hann vil, og tú hoyrir dunið frá honum, men ikki yeitst tú, hvaðani hann kemur og hvar hann fer; soleiðis íerst ein-um og hvőrjum, sum er føddur av andanum.
9Nikodemus svaraði og segði við hann: Hvussuleiðis kann hetta berast til?
10Jesus svaraði og segði við hann: Tú ert lærimeistari Israels og veitst ikki hetta?
11Sanniliga, sanniliga, sigi eg tær: vit tala tað, sum vit vita, og vit bera vitni um tað, sum vit hava sætt, og okkara vitnisburði taka tit ikki við.
12Tá ið tit ikki trúgva teim jarðisku lutum, sum eg havi sagt tykkum, hvussu skulu tit; tá trúgva, um eg sigi tykkum teir liimmalsku?
13Og eingin hevir farið upp í himmalin utan hann, ið fór niður av himlinum, mannasonurin, sum er í himlinum.
14Og líkasum Moses hongdi upp ormin í oyðumðrkini, so eigir eisini mansins sonur at verða upphongdur,
15Til tess at ein og hvőr, sum trýr á hann, ikki skal glatast (t.e. farast, fortapast), men hava ævigt lív.
16Ti soleiðis elskaði Gud heimin, at hann gav sin eíhborna son, til tess, at ein og hvőr, ið á hann tryr, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
17Ti ikki sendi Gud son sin í heimin at døma heimin, men til tess at heimurin skuldi frelsast av honum.
18Tann, ið tryr á hann, dømist ikki; hann, ið ikki tryr, erlongu ddmdur, ti at hann hevir ikki trúð uppá navn Guds einborna sonar.
19Men hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, og menninir elskaðu myrkrið meira enn ljósið; ti teirra gerningar vóru óndir.
20Ti ein og hvőr, ið hevst at ti, ið ilt er, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, at ikki gerningar hans skulu verða vísir.
21Men hann, ið sannleikan ger, hann kemur til ljósið, at gerningar hans mega verða opinberligir, ti at teir eru gjőrdir í Guði.
22Eftir hetta kom Jesus og lærisveinar hans út á lands-bygdina í Júdeu, og har var hann við teimum og doypti.
23Men eisini Jóhannes doypti í Ainon, nær við Salem, ti har var nógv vatn. Og tey komu hagar og lótu seg doypa.
24(Ti enn var Jóhannes ikki kastaður í fongslið.)
25Eitt orðaskifti kom nú upp frá lærisveinum Jóhannesar við ein Jøda um reinsun.
26Og teir komu til Jóhannesar og sőgdu við hann: Rabbi, hann sum var hjá tær hinumegia Jordan, og sum tú gavst vitnisburðin, si, hanu doypir, og allir koma til hansara.
27Jóhannes svaraði og segði: Maður kann einki taka, utan tað er honum givið av himlinum.
28Tit eru mær pjálvirvitni, at eg segði: Ikki eg eri Kristus, men: eg eri útsendur undan honum.
29Hann, ið hevir brúðrina, er brúðgómur; men vinur brúðgómsins, sum stendur hjá honum og hoyrir hann, gleðist mikið við rődd brúðgómsins; so er tá nú henda min gleði vorðin fullkomin.
30Honum sømir at vaxa, men mær at minka.
31Hann, ið kemur av himli, er yvir ðllum; hann, ið er av jőrðini, er av jorbini og talar av jorbini;
32Hann, ið kemur av himli, hvat hann hevir seeð og hoyrt, tað vitnar hann, og eingin tekur við hansara vitnisburði.
33Tann, sum tekur við hansara vitnisburði, hann hevir vattað, at Gud er sannorðaður.
34Ti hann, ið Gud útsendi, hann talar Guds orð; ti andin gevur ikki eftir tilbyttum mati.
35Faðirin elskar sonin, og hevir givið honum alt í hendur.
36Hann, ið tryr á sonin, hevir ævigt lív; men hann, ið ikki er soninum lyðin (t.e. ikki vií trúgva á hann), skaí ikki síggja lívið, men Guds vreiði verður verandi yvir honum.

Vurgu

Paylaş

Kopyala

None

Önemli anlarınızın tüm cihazlarınıza kaydedilmesini mi istiyorsunuz? Kayıt olun ya da giriş yapın