Exodus 39
39
Prestabúnarnir
1Og av tí bláa purpurinum, tí reyða purpurinum og skarlakinum gjørdu teir skreytklæði til tænastuna í halgidóminum og gjørdu halgiklæði Árons, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 2Teir búðu til akulin av gulli, av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, 3við tað at teir dongdu gullið út í tunnar plátur og skóru tað sundur í træðrir, sum teir av einlistum vóvu upp í tað bláa purpurið, tað reyða purpurið, skarlakið og tað egyptiska línið. 4Og teir gjørdu á honum akslafesti til at stima báðar líningar hans. 5Og akullindin, sum á honum var til at gyrða hann at sær við, var áføst við hann og gjørd eins og hann av gulli, bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 6Og teir gjørdu sjóhamsteinar groyptar í umgjørð av gulli og ristu á teir nøvn Ísraels sona, eins og rist verður á innsigli; 7teir lótu seta teir á akslafesti akulsins sum áminningarsteinar fyri Ísraelsmenn, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 8Síðan gjørdu teir bróstskjøldurin av einlistum á sama hátt sum akulin av gulli, av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni. 9Hann var fýrhyrntur; tvífaldan gjørdu teir bróstskjøldurin, eina løgd langan, eina løgd breiðan og tvífaldan. 10Og teir settu á hann fýra røð av steinum; í fyrsta raði karneol, tópas og smáragd; 11í øðrum raði rubin, saffir og jaspis; 12í triðja raði hýasint, ágat og ámetýst; 13í fjórða raði krýsolit, sjóham og ónýks, hvør steinur á sínum staði groyptur í umgjørð av gulli. 14Steinarnir vóru tólv samsvarandi nøvnum Ísraels sona, ein fyri hvørt navnið; ristir við nøvnum teirra, eins og innsigli verða rist, soleiðis at hvør steinur bar eitt av nøvnum Ísraels tólv ætta. 15Og teir gjørdu á bróstskjøldurin festi av skírum gulli, flættað, eins og reip verða løgd. 16Síðan gjørdu teir tvær umgjarðir av gulli og tveir ringar, sum teir festu á báðar líningar bróstskjaldarins. 17Og teir knýttu bæði gullfestini føst í hesar báðar ringar á líningum bróstskjaldarins. 18Og hinar báðar endarnar á báðum festunum knýttu teir upp í umgjarðirnar og bundu tey føst við akslafesti akulsins frammanvert á honum. 19Og teir gjørdu enn tveir ringar av gulli og festu teir í hinar báðar líningar bróstskjaldarins á tveir kantar hans, ið vendu inn ímóti aklinum. 20Og uppaftur gjørdu teir tveir ringar av gulli, sum teir knýttu upp í akslafesti akulsins í neðra frammantil á honum, har sum hann var stimaður, omanvert við akullindina. 21Og ringar bróstskjaldarins og ringar akulsins knýttu teir saman við festi av bláum purpuri, so at tað var omanvert við akullindina, til tess at bróstskjøldurin ikki skuldi dragna frá aklinum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 22Síðan gjørdu teir møttulin innan undir aklinum; hann var vovin og allur av bláum purpuri; 23mitt á møtlinum var hálsamunni á sama hátt sum á brynju við borda alt íkring, til tess at hann ikki skuldi skrædna. 24Og teir gjørdu kring undirfald møttulsins granatepli av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni. 25Síðan gjørdu teir bjøllur av skírum gulli og settu tær millum granateplini allan vegin kring undirfald møttulsins, 26soleiðis at bjøllur og granatepli skiftu allan vegin kring undirfald møttulsins – til tænastuna, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 27Og teir gjørdu til Áron og synir hansara kyrtlar, ið vóru vovnir úr egyptiskum líni, 28og somuleiðis vavhúgvur úr egyptiskum líni, skreythúgvur úr egyptiskum líni, línundirbrøkur úr tvinnaðum egyptiskum líni 29og marglitt vovið belti úr tvinnaðum egyptiskum líni, bláum purpuri, reyðum purpuri og skarlaki, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 30Síðan gjørdu teir spongina, hitt heilaga ennislaðið, av skírum gulli og ristu á hana, eins og innsigli verður rist: «Halgaður Harranum». 31Og teir gjørdu purpurfesti á hana til at binda hana fasta við vavhúgvuna omantil, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
Móses fær alt upp í hendur (smbr. 28)
32Tá ið nú lokið var at smíða alt tjaldtemplið, alt samfundartjaldið, og Ísraelsmenn í øllum høvdu gjørt alt, eins og Harrin hevði boðið Mósesi, 33tá flýggjaðu teir Mósesi tjaldtemplið, tjaldið og øll reiði tess, krókarnar, tiljuborðini, tvørtrøini, stólparnar og undirstabbarnar, 34takið av reyðlittum veðraskinnum og takið av sækúgvaskinnum, hitt innara fortjaldið, 35vitnisburðarørkina, stengur hennara, sáttarlokið, 36borðið og øll amboð tess, sýnisbreyðini, 37ljósastakan av skírum gulli við lampum, ið á hann skuldu setast, og øllum lutum sínum, oljuna til ljósastakan, 38gullaltarið og salvingaroljuna, hitt vælangandi roykilsið og tjaldváðina fyri dyr tjaldsins, 39koparaltarið og rimaverkið av kopari, beristengur tess og øll amboð og tváttarkerið við fóti sínum, 40tjøldini fyri forgarðinum, stólpar og undirstabbar teirra, tjaldváðina fyri inngongd forgarðsins, reip teirra og hælir og øll amboð, ið nýtt verða til tænastuna í tjaldtemplinum, samfundartjaldinum, 41skreytklæðini, ið nýtt verða til tænastuna í halgidóminum, halgiklæðini hjá Ároni presti og prestatænastuklæði sona hans. 42Og Ísraelsmenn gjørdu alt verkið í øllum lutum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 43Og tá ið Móses kannaði alt verkið, sí, tá høvdu teir gjørt tað í øllum, eins og Harrin hevði boðið. Síðan vælsignaði Móses teir.
Currently Selected:
Exodus 39: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society