YouVersion Logo
Search Icon

Exodus 40

40
Halgidómurin reistur
1Harrin talaði nú við Móses og segði: 2«Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar skalt tú reisa tjaldtemplið, samfundartjaldið, 3og seta vitnisburðarørkina í tað og heingja fortjaldið fyri hana. 4Og tú skalt flyta borðið inn hagar og tilreiða tað, sum á tí skal vera, og somuleiðis flyta inn ljósastakan og seta lampurnar upp á hann. 5Roykilsisaltarið av gulli skalt tú seta fyri framman vitnisburðarørkina og heingja tjaldváðina upp fyri dyr tjaldtempulsins; 6men brennioffuraltarið skalt tú seta fyri framman dyr tjaldtempulsins, samfundartjaldsins. 7Tváttarkerið skalt tú seta millum samfundartjaldsins og altarsins og lata vatn upp í tað. 8Og tú skalt reisa forgarðin íkring og heingja upp tjaldváð fyri inngongd forgarðsins. 9Síðan skalt tú taka salvingaroljuna og salva tjaldtemplið og alt, sum í tí er, og halga tað og øll reiði tess, so at tað verður heilagt. 10Og tú skalt salva brennioffuraltarið og øll amboð tess og halga tað, so at tað verður háheilagt altar; 11somuleiðis skalt tú salva tváttarkerið og fót tess og halga tað. 12Síðan skalt tú leiða Áron og synir hans at durum samfundartjaldsins og tváa teimum við vatni. 13Og tú skalt lata Áron í halgiklæðini og salva hann og halga hann til at vera prestur fyri mær. 14Eisini synir hansara skalt tú leiða fram og lata teir í kyrtlarnar. 15Og eins og tú salvaði faðir teirra, skalt tú salva teir til at vera prestar fyri mær; og henda salving teirra skal veita teimum ævigt prestadømi ættarlið eftir ættarlið.»
16Móses gjørdi nú hetta; í øllum, so sum Harrin hevði boðið, gjørdi hann. 17Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar á øðrum ári varð tjaldtemplið reist. 18Og Móses reisti tjaldtemplið, setti undirstabbarnar, reisti tiljuborðini, stakk tvørstengurnar í og setti upp stólparnar, 19tandi tjalddúkin út yvir tjaldtemplið og legði taktjaldið oman yvir aftur teir, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 20Síðan tók hann vitnisburðin og legði hann í ørkina, setti stengurnar í ørkina og legði sáttarlokið oman yvir hana. 21Ørkina flutti hann inn í tjaldtemplið, hongdi hitt innara fortjaldið uppfyri og huldi soleiðis vitnisburðarørkina, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 22Og hann setti borðið inn í samfundartjaldið norðarumegin í tjaldtemplinum fyri uttan fortjaldið 23og legði breyðini á rað á tað frammi fyri Harranum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 24Og hann setti ljósastakan inn í samfundartjaldið fyri framman borðið sunnarumegin í tjaldtemplinum 25og setti upp lampurnar frammi fyri Harranum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 26Síðan setti hann upp gullaltarið í samfundartjaldinum fyri framman fortjaldið 27og brendi á tí vælangandi roykilsi, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 28Tínæst hongdi hann tjaldváðina upp fyri dyr tjaldtempulsins 29og setti upp brennioffuraltarið uttan fyri dyr tjaldtempulsins, samfundartjaldsins, og ofraði á tí brennioffur og grónoffur, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 30Síðan setti hann upp tváttarkerið millum samfundartjaldsins og altarsins og læt vatn upp í tað til at tváa sær við; 31Móses og Áron og synir hansara tváaðu hendur og føtur sínar í tí; 32hvørja ferð, ið teir gingu inn í samfundartjaldið og nærkaðust altarinum, tváaðu teir sær, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. 33Síðan reisti hann forgarðin kring um tjaldtemplið og altarið og hongdi upp tjaldváðina fyri inngongd forgarðsins. Og tá hevði Móses lokið øllum verkinum.
Harrin tekur upp bústað í halgidóminum
34Tá huldi skýggið samfundartjaldið, og dýrd Harrans fylti tjaldtemplið; 35og Móses kundi ikki ganga inn í samfundartjaldið, tí skýggið huldi tað, og dýrd Harrans fylti tjaldtemplið. 36Men á allari ferð síni vóru Ísraelsmenn vanir at flyta úr stað hvørja ferð, tá ið skýggið hevjaðist upp frá tjaldtemplinum; 37men hevjaðist skýggið ikki upp, fóru teir ikki úr stað fyrr enn tann dag, tá ið tað aftur hevjaðist upp; 38tí at skýggj Harrans var yvir tjaldtemplinum um dagin, og um náttina glampaði eldur í skýgginum fyri eygum alra Ísraelsmanna á allari ferð teirra.

Currently Selected:

Exodus 40: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in