Triðja Mósebók 15
15
Óreinska hjá monnum
1Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: 2«Talið við Ísraelsmenn og sigið við teir: Hevur maður útflot úr blygd síni, tá er hetta útflot hans óreint; 3og viðvíkjandi óreinleika hans, ið útflotið hevur, skal tað verða soleiðis, at hvørt útflotið kemur út úr blygd hans, ella tað verður fyribyrgt, so skal hann vera óreinur. 4Hvør lega, sum maður, ið útflot hevur, liggur á, skal vera órein, og hvør sessur, sum hann situr á, skal vera óreinur! 5Og hvør, sum nertur við legu hansara, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. 6Og tann, sum situr í sessi, sum maður, ið hevur útflot, hevur sitið á, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. 7Og tann, sum nertur við likam hans, ið útflot hevur, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. 8Um maður, ið hevur útflot, spýtir á einhvønn, ið reinur er, tá skal hesin tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. 9Hvørt akfar, sum maður við útfloti ekur á, skal vera óreint. 10Og hvør, ið nertur við nakað, sum hann hevur ligið ella sitið á, skal vera óreinur til kvølds; og hvør, ið ber tað, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. 11Ein og hvør, sum maður við útfloti nertur við og hevur ikki frammanundan skolað hendur sínar í vatni, skal tváa klæði síni og baða sær í vatni og vera óreinur til kvølds. 12Leirílát, sum maður við útfloti nertur við, skal verða brotið; men er tað træílát, skal tað verða tváað í vatni. 13Tá ið maður, sum útflot hevur, verður reinur av útfloti sínum, tá skal hann telja sjey dagar fram frá tí degi, hann varð reinur, síðan tváa klæði síni og skola likam sítt í rennandi vatni; tá er hann reinur. 14Og áttanda dagin skal hann taka sær tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar og ganga fram fyri Harran at durum samfundartjaldsins og fáa prestinum tær; 15tá skal presturin ofra tær, aðra sum syndaoffur og hina sum brennioffur; og soleiðis skal presturin frammi fyri Harranum veita honum sáttargerð fyri útflot hans. 16Tá ið maður hevur sáðlát, skal hann tváa alt likam sítt í vatni og vera óreinur til kvølds; 17øll klæði og hvørt skinnplagg, ið sáð er komið upp á, skulu verða tváað í vatni og vera órein til kvølds. 18Legst maður hjá konu, og sáð gongur frá honum, tá skulu tey bæði tváa sær í vatni og vera órein til kvølds.
Óreinska hjá konum
19Tá ið kona hevur útflot, og tað er blóð, ið rennur úr blygd hennara, tá skal óreinleiki hennara vara í sjey dagar, og hvør, ið nertur við hana, skal vera óreinur til kvølds. 20Og alt, sum hon liggur á, meðan hon er mánasjúk, verður óreint, og alt, sum hon situr á, verður óreint. 21Og hvør, ið nertur við legu hennara, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. 22Og hvør, ið nertur við sess, sum hon hevur sitið á, skal tváa klæði síni og skola sær í vatni og vera óreinur til kvølds. 23Og nertur einhvør við nakað, sum er á legu hennara, ella sum hon hevur sitið á, tá skal hann vera óreinur til kvølds. 24Liggur maður í rekkju við henni og mánaóreinska hennara kemur upp á hann, tá skal hann vera óreinur í sjey dagar; og hvør lega, sum hann liggur á, skal vera órein.
25Hevur kona útflot, og blóð hennara rennur fleiri dagar til aðrar tíðir, enn tá ið hon er mánasjúk, ella tað rennur út um ta tíð, sum mánasjúkan varar, tá skal hon alla ta tíð, sum hon er órein av útfloti sínum, vera, eins og tá ið hon er mánasjúk; hon skal vera órein. 26Hvør lega, sum hon liggur á alla ta tíð, hon hevur útflot, skal vera eins og tann lega, hon liggur á, tá ið hon er mánasjúk; og alt, sum hon situr á, skal vera óreint, eins og tá ið hon er órein av mánasjúku. 27Ein og hvør, ið nertur við hesar lutir, skal vera óreinur; og hann skal skola klæði síni og tváa sær í vatni og vera óreinur til kvølds. 28Men er hon vorðin grødd av útfloti sínum, skal hon telja sjey dagar fram og síðan vera rein. 29Og áttanda dagin skal hon taka tvær turtildúgvur ella tveir dúgvuungar og bera prestinum tær at durum samfundartjaldsins. 30Og presturin skal ofra aðra sum syndaoffur og hina sum brennioffur; og soleiðis skal presturin veita henni sáttargerð frammi fyri Harranum fyri óreinleikan av útfloti hennara.
31Tit skulu vara Ísraelsmenn við óreinleika teirra, so at teir ikki týna lívið í óreinleika sínum, við tað at teir gera bústað mín, ið er teirra millum, óreinan.
32Hetta er lógin um menn, ið hava útflot og sáðlát, so at teir verða óreinir av tí; 33og um konur, ið hava mánasjúku, um hvønn, sum hevur útflot, hvørt tað er kallur ella kona, um mann, ið er í rekkju við konu, sum er órein.»
Currently Selected:
Triðja Mósebók 15: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society