Triðja Mósebók 16
16
Sáttargerðardagurin
1Harrin talaði við Móses, eftir at báðir synir Árons vóru deyðir, ta ferðina, tá ið teir nærkaðust Harranum og doyðu. 2Og Harrin segði við Móses: «Sig við Áron, bróður tín, at hann ikki á hvørji stund má ganga inn í halgidómin, inn um fortjaldið og fram at sáttarlokinum, sum er á ørkini, so at hann ikki týnir lívið! Tí at eg birtist í skýgginum yvir sáttarlokinum. 3Tá ið Áron gongur inn í halgidómin, skal hann koma við ungum tarvi sum syndaoffur og veðri sum brennioffur; 4og hann skal vera ílatin heilagan línkyrtil og hava línbrøkur yvir blygd síni, gyrða seg í línbelti og fara undir vavhúgvu av líni; hetta eru hini heilagu klæðini; og hann skal tváa likam sítt í vatni, áður enn hann letur seg í tey. 5Av savnaði Ísraelsmanna skal hann fáa tveir geitarhavrar sum syndaoffur og ein veðr sum brennioffur. 6Áron skal tá leiða fram tarvin, sín egna syndaoffurtarv, og veita sær og húsi sínum sáttargerð; 7síðan skal hann taka tveir havrar og leiða teir fram fyri Harran at durum samfundartjaldsins; 8og Áron skal luta um báðar havrarnar, um annan fyri Harran og um hin fyri Ázazel. 9Og Áron skal leiða fram havurin, sum við lutkasti lutaðist Harranum, og slátra hann sum syndaoffur; 10men hin havurin, sum við lutkasti lutaðist Ázazeli, skal verða livandi førdur fram fyri Harran til tess við honum at fáa sáttargerð í lag, og síðan skal hann verða sleptur út í oyðimørkina til Ázazels.
11Áron skal tá leiða fram sín egna syndaoffurtarv og veita sáttargerð fyri seg og hús sítt; hann skal slátra sín egna syndaoffurtarv. 12Síðan skal hann taka fulla eldpannu av glóðum av altarinum frammi fyri Harranum og tvær fullar lúkur av smámuldum, vælangandi roykilsi og bera tað inn um fortjaldið. 13Og hann skal leggja tað á eldin frammi fyri Harranum, so at skýggj av roykilsi hylur sáttarlokið, sum er á vitnisburðinum, til tess at hann ikki týnir lívið. 14Síðan skal hann taka av blóði tarvsins og sletta við fingrinum á sáttarlokið frammantil og fyri framman sáttarlokinum sletta av blóðinum sjey ferðir við fingrinum; 15og tá skal hann slátra tann havurin, ið ætlaður var fólkinum sum syndaoffur, og bera blóð hans inn um fortjaldið og gera við tað á sama hátt sum við blóð tarvsins; hann skal sletta tað á sáttarlokið og fyri framman sáttarlokinum 16og soleiðis veita halgidóminum sáttargerð fyri óreinleika Ísraelsmanna og fyri misgerðir og allar syndir teirra; á sama hátt skal hann gera við samfundartjaldið, sum er teirra millum, í miðjum óreinleika teirra. 17Men eingin má koma inn í samfundartjaldið, tá ið hann fer inn at gera sáttargerð í halgidóminum, fyrr enn hann er út aftur farin og hevur gjørt sáttargerð fyri seg og hús sítt og allan savnað Ísraelsmanna. 18Síðan skal hann ganga út at altarinum, sum stendur frammi fyri Harranum, og veita tí sáttargerð; hann skal taka av blóði tarvsins og blóði havursins og rýða tað á altarhornini alt íkring; 19og hann skal sjey ferðir sletta við fingrinum av blóðinum á tað og soleiðis reinsa og halga tað frá syndum Ísraelsmanna. 20Tá ið hann soleiðis hevur lokið sáttargerð halgidómsins og samfundartjaldsins og altarsins, tá skal hann leiða fram hin livandi havurin. 21Og Áron skal leggja báðar hendur sínar á høvur hins livandi havurs og játta yvir honum allar misgerðir Ísraelsmanna, øll brot og allar syndir teirra; hann skal leggja tað alt á høvur havursins og síðan senda hann út í oyðimørkina við manni, sum til tess stendur ferðabúgvin. 22Havurin skal tá bera á sær allar misgerðir teirra út á óbygt land; hann skal verða sleptur út í oyðimørkina.
23Síðan skal Áron fara inn í samfundartjaldið og lata seg úr teimum línklæðum, sum hann fór í, tá ið hann gekk inn í halgidómin, og leggja tey eftir seg har; 24tínæst skal hann tváa likam sítt í vatni á heilagum staði og lata seg aftur í síni vanligu klæði, ganga so út og ofra sítt egna brennioffur og brennioffur fólksins og veita sær og fólkinum sáttargerð. 25Og mørin av syndaofrinum skal hann brenna á altarinum. 26Men tann, ið fór avstað við havrinum til Ázazels, skal skola klæði síni og tváa likam sítt í vatni; síðan má hann koma inn aftur í herbúðirnar. 27Men syndaoffurtarvin og syndaoffurhavurin, hvørja blóð varð borið inn til sáttargerðar í halgidóminum, skulu verða fluttir út um herbúðirnar og brendir upp, bæði húð og kjøt og gor teirra; 28og tann, ið brennir teir, skal skola klæði síni og tváa likam sítt í vatni; síðan má hann koma inn aftur í herbúðirnar. 29Tað skal vera tykkum ævig skipan. Tíggjunda dagin hins sjeynda mánaðar skulu tit svølta tykkum og einki verk vinna, hvørki hin innborni ella hin fremmandi, ið býr tykkara millum; 30tí at á hesum degi skal verða veitt tykkum sáttargerð til reinsanar frá øllum syndum tykkara, so at tit verða reinir fyri ásjón Harrans. 31Hann skal vera tykkum fullkomuligur hvíludagur; tit skulu svølta tykkum; tað skal vera ævig skipan. 32Og sáttargerð skal tann prestur veita, ið verður salvaður og vígdur til at vera prestur eftir faðir sín; hann skal latast í línklæðini, hini heilagu klæðini; 33og hann skal gera sáttargerð fyri tí alraheilagasta; og fyri samfundartjaldinum og altarinum skal hann gera sáttargerð; og fyri prestunum og øllum savnaðinum skal hann gera sáttargerð. 34Hetta skal vera tykkum ævig skipan, at tað eina ferð um árið verður veitt Ísraelsmonnum sáttargerð fyri allar syndir teirra.» Áron gjørdi tá, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
Currently Selected:
Triðja Mósebók 16: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society