Triðja Mósebók 20
20
Um revsing fyri ymsar syndir
1Harrin talaði framvegis til Móses og segði: 2«Sig við Ísraelsmenn: Um einhvør av Ísraelsmonnum ella av útisetunum, sum búgva í Ísrael, gevur Moloki avkom sítt, skal hann vissuliga láta lív; fólkið í landinum skal grýta hann til bana. 3Eg snúgvi andliti mínum móti tí manni og oyði hann úr tjóð síni, fyri at hann gav Moloki avkom sítt og gjørdi halgidóm mín óreinan og vanhalgaði heilaga navn mítt. 4Men um fólkið í landinum tekur útyvir við tílíkum manni, tá ið hann gevur Moloki avkom sítt, og ikki tekur hann av lívi, 5tá man eg sjálvur snúgva andliti mínum móti honum og ætt hansara, og hann og allar, sum í horfikni saman við honum fylgja Moloki, skal eg oyða úr tjóð teirra.
6Hvør, ið víkur á dreygar og spásagnarandar og horfikin fylgir teimum, móti honum snúgvi eg andliti mínum og oyði hann úr tjóð síni. 7Halgið tykkum og verðið heilagir, tí at eg eri Harrin, Guð tykkara! 8Og varðveitið fyriskipanir mínar og haldið tær. Eg eri Harrin, sum halgar tykkum!
9Tí at hvør, ið biður ilt yvir faðir sín og móður sína, skal týna lívið; hann hevur biðið ilt yvir faðir sín og móður sína; blóðsekt hvílir á honum.
10Maður, sum drívur hor við konu hjá øðrum manni, drívur hor við konu næsta síns, skal týna lívið, bæði horkallurin og horkonan. 11Og hevur maður samlegu við konu faðirs síns, tá hevur hann nektað blygd faðirs síns; tey skulu bæði týna lívið; blóksekt hvílir á teimum. 12Hevur maður samlegu við sonarkonu sína, tá skulu tey bæði láta lív; skemdarverk hava tey gjørt; blóðsekt hvílir á teimum. 13Hevur maður samlegu við mann á sama hátt sum við konu, tá fremja teir báðir andstygd; teir skulu láta lív; blóðsekt hvílir á teimum. 14Tekur maður sær bæði dóttur og móður hennara til konu, tá er tað leysalevnað; hann skal verða brendur á báli saman við báðum teimum; tílíkt leysalevnað má ikki finnast tykkara millum. 15Um maður hevur samlegu við djór, tá skal hann láta lív; og djórið skulu tit drepa. 16Um kona gongur fyri djór til paringar, tá skalt tú drepa bæði hana og djórið; tey skulu láta lív; blóðsekt hvílir á teimum. 17Tekur maður systur sína til konu, hvørt hon er dóttir faðirs hans ella móður hans, og hann sær nakni hennara, ella hon sær nakni hans, tá er tað leysalevnað; tey skulu verða oydd fyri eygunum á tjóðfeløgum sínum; hann hevur nektað blygd systur sínar og er vorðin sekur. 18Hevur maður samlegu við mánasjúka konu og nektar blygd hennara – avhylur keldu hennara – og hon nektar keldu blóðs síns, tá skulu tey bæði verða oydd úr tjóð síni. 19Tú mást ikki nekta blygd móðursystur tínar ella blygd faðirsystur tínar, tí at tílíkur nektar blygdina á næsta skyldmenni sínum; tey skulu bøta fyri misgerð sína. 20Hevur maður samlegu við konu faðirbróður síns, tá nektar hann blygd faðirbróður síns; tey skulu bøta aftur fyri synd sína og doyggja barnleys. 21Gongur maður í hjúnalag við konu bróður síns, tá er tað órein gerð; hann hevur nektað blygd bróður síns; barnleys skulu tey doyggja.
22Varðveitið tí allar fyriskipanir og allar lógir mínar og haldið tær, so at ikki landið, sum eg leiði tykkum inn í til at búgva í, skal útspýggja tykkum. 23Takið ikki eftir siðunum hjá teimum tjóðunum, sum eg reki undan tykkum; tær framdu alt hetta; og tí stóðst mær við tær, 24so at eg segði við tykkum: Tit skulu fáa land teirra til ognar; eg gevi tað undir tykkara vald, land, sum flýtur í mjólk og hunangi! Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum skildi tykkum burtur úr tjóðunum!
25Gerið tí mun á reinum djórum og óreinum, á óreinum fuglum og reinum, so at tit ikki gera tykkum sjálv andstyggilig við djórum og fuglum og við øllum tí, sum yður á jørðini, øllum, ið eg havi skilt frá, til tess at tað skal vera tykkum óreint. 26Tit skulu vera mær heilagir, tí at eg, Harrin, eri heilagur og havi skilt tykkum frá tjóðunum, til tess at tit skulu vera mínir. 27Hevur maður ella kona mananaranda ella spásagnaranda, skulu tey láta lív; tey skulu verða grýtt; blóðsekt hvílir á teimum.»
Currently Selected:
Triðja Mósebók 20: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society