YouVersion Logo
Search Icon

Triðja Mósebók 21

21
Um prestarnar
1Harrin segði við Móses: «Tala til prestarnar, synir Árons, og sig við teir: Prestur má ikki gera seg óreinan av líki í ættarfólki sínum, 2uttan so er, at tað er næsta skyldmenni hans, móðir ella faðir, sonur ella dóttir, bróðir 3ella systir, sum er moyggj og enn hoyrir til húski hans og ikki givin manni, við henni má hann gera seg óreinan. 4Men var hon givin tjóðfelaga hansara til konu, tá má hann ikki gera seg óreinan við henni og soleiðis vanhalga seg. 5Prestarnir mega ikki raka seg berskøllutar, heldur ikki klippa skeggrondina og ikki skera skeinur í holdið. 6Teir skulu vera heilagir fyri Guði sínum og ikki vanhalga navn Guðs síns; tí at teir bera fram eldoffur Harrans, mat Guðs síns; tí skulu teir vera heilagir. 7Skøkju og spilta moyggj má hann ikki taka til konu, heldur ikki afturrikna konu, tí at hann skal verða halgaður Guði sínum. 8Tú skalt telja hann heilagan, tí at hann ber fram mat Guðs tíns; hann skal vera tær heilagur, tí at heilagur eri eg, Harrin, ið halgar tykkum! 9Um prestdóttir vanhalgar seg við horlívi, tá vanhalgar hon faðir sín; hon skal verða brend á báli.
10Presturin, sum er mætastur millum brøðra sína, á hvørs høvur salvingaroljan varð úthelt, og sum varð vígdur og latin í hini heilagu klæðini, hann má ikki lata hárið flákra og ikki skræða klæði síni. 11Hann má ikki koma at nøkrum líki, enn ikki við faðir og móður má hann gera seg óreinan. 12Og ikki má hann fara út úr halgidóminum, so at hann vanhalgar halgidóm Guðs síns, tí at vígslan av salvingarolju Guðs hans er á honum. Eg eri Harrin. 13Hann skal taka sær moyggj til konu. 14Hvørki einkju ella afturrikna konu, hvørki spilta moyggj ella skøkju má hann taka sær til konu, men moyggj av tjóðfelagum sínum skal hann taka sær til konu, 15so at hann ikki vanhalgar avkom sítt millum tjóðfelaga sína; tí at eg eri Harrin, sum halgar hann!»
16Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 17«Sig við Áron: Eingin av kyntátti tínum í komandi ættarliðum, sum hevur brek á sær, má koma framat til at frambera mat Guðs síns; 18tí at tað má eingin, ið brekaður er, hvørt hann er blindur ella lamin, ørkymlaður í andlitinum ella hevur einhvønn avskeplaðan lim, 19eingin, sum hevur brotnan fót ella brotna hond, 20eingin, sum er kúlutur ella dvørgvaksin ella hevur flekk í eygum, eingin, sum hevur skrubb ella óferi ella meltað eistu. 21Eingin, sum er ættaður av Ároni presti og hevur brek á likami sínum, má sleppa framat til at frambera eldoffur Harrans; hann er brekaður og má ikki sleppa framat til at frambera mat Guðs síns. 22Tó má hann eta mat Guðs síns, bæði tað háheilaga og tað heilaga; 23men fram at fortjaldinum má hann ikki koma og ikki nærkast altarinum; tí at hann hevur brek og má ikki vanhalga halgidóm mín, tí at eg eri Harrin, hann, sum halgar teg!» 24Og Móses talaði soleiðis til Áron og synir hans og allar Ísraelsmenn.

Currently Selected:

Triðja Mósebók 21: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in