YouVersion Logo
Search Icon

Triðja Mósebók 22

22
Um halgigávur
1Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: 2«Sig við Áron og synir hans, at teir skulu fara virðiliga við halgigávum Ísraelsmanna, sum teir víga mær, so at teir vanhalga ikki heilaga navn mítt. Eg eri Harrin! 3Sig við teir: Ein og hvør av kyntátti tykkara í komandi ættarliðum, sum, meðan hann er óreinur, nærkast halgigávum teimum, ið Ísraelsmenn halga Harranum, hann skal verða oyddur frá ásjón míni. Eg eri Harrin! 4Eingin av Árons ætt, sum er líktráur ella er brekaður við útflot, má eta av halgigávunum, fyrr enn hann er vorðin reinur aftur; og tann, sum nertur við nakran, sum er óreinur av líki, ella hevur sáðlát, 5ella tann, sum nertur við nakað skriðkykt, ið elvir óreinleika, ella við mann, ið elvir óreinleika, hvat óreinleiki tað enn má vera – 6ja, hvør, ið nertur við nakað tílíkt, hann skal vera óreinur til kvølds og ikki eta av halgigávunum, uttan so er, at hann fyrst hevur tváað likam sítt í vatni. 7Og so skjótt sum sól er farin til viða, er hann reinur og má eta av halgigávunum; tí at tað er matur hansara. 8Sjálvdeyð og sundurskrædd djór má hann ikki eta, tí at av tílíkum verður hann óreinur. Eg eri Harrin! 9Teir skulu tí varðveita boðorð míni, so at teir ikki verða syndasekir og soleiðis týna lívið, av tí at teir vanhalgaðu tað heilaga. Eg eri Harrin, hann, sum halgar tey. 10Eingin, sum ikki er av prestaætt, og eingin niðursetumaður og bønarmaður hjá presti má eta av tí heilaga. 11Men trælur, sum presturin keypir fyri silvur, má eta av tí; og somuleiðis trælur, sum føddur er í húsi hans, teir mega eta av mati hans. 12Prestdóttir, ið verður gift manni, sum ikki er av prestaætt, má ikki eta av avskurðarhalgigávunum. 13Men tá ið prestdóttir verður einkja, ella hon er afturrikin og eigur einki barn og vendir heim aftur í hús faðirs síns, tá má hon eins og í ungdómi sínum eta av mati faðirs síns; men eingin, sum ikki er av prestaætt, má eta av tí. 14Um maður av misgáu etur av tí heilaga, tá skal hann endurgjalda prestinum tað heilaga umframt greiða honum fimting av virði tess. 15Prestarnir mega ikki vanhalga tær halgigávur, sum Ísraelsmenn ofra Harranum, 16og lata teir leiða synd og sekt yvir seg við at eta av halgigávunum; tí at eg eri Harrin, hann sum halgar teir!»
Um offurdjór
17Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 18«Tala til Áron og synir hans og allar Ísraelsmenn og sig við teir: Um einhvør av Ísraels ætt ella av útisetunum í Ísrael framber offurgávu sína, hvørt tað er heitoffur ella sjálvboðið offur, ið teir frambera Harranum sum brennioffur, 19tá skal tað vera lýtaleyst kalloffur av neytum, seyðum ella geitum, til tess at tað má gera teir væl toknaðar frammi fyri Guði. 20Einki, sum er brekað, mega tit frambera sum offur, tí at tað ger tykkum ikki væl toknaðar. 21Tá ið maður framber Harranum takkaroffur, hvørt tað er at evna heiti ella sum sjálvboðið offur av stórdýrum ella smalum, tá skal tað vera lýtaleyst, so at tað má veita honum góðan tokka; brek má als ikki finnast á tí. 22Djór, sum er blint ella beinbrotið ella sært, ella djór, sum hevur kýli, skrubb ella óferi, mega tit ikki ofra Harranum; sum eldoffur mega tit ikki geva Harranum tílíkt upp á altarið. 23Oksa og seyð, sum hava einhvønn ov stóran ella avskeplaðan lim, mega tit ofra sum sjálvboðið offur, men sum heitoffur verður tað ikki væl toknað. 24Djór, sum geld eru, annaðhvørt eistini eru meltað ella morlað, undanslitin ella skorin, mega tit ikki ofra Harranum; tílíkt mega tit ikki gera í landi tykkara. 25Heldur ikki mega tit fáa tykkum tílíkt djór av útlendskum manni og bera tað sum offurmat fram fyri Guð tykkara; tí at tað er lýtt og brekað og veitir tykkum ongan tokka.»
26Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 27«Verður kálvur kálvaður, lamb ella geitarlamb lembt, skal tað ganga undir móðurini í sjey dagar; men frá áttanda degi er tað væl toknað sum eldoffur til Harrans. 28Hvørki av stórdýrum ella smalum mega tit slátra djór og unga tess á sama degi. 29Tá ið tit ofra Harranum lovoffur, mega tit ofra tað soleiðis, at tað ger tykkum væl toknaðar. 30Sama dagin skal tað verða etið; einki mega tit leiva av tí til morgunin eftir: Eg eri Harrin! 31Tit skulu varðveita boðorð míni og halda tey. Eg eri Harrin. 32Vanhalgið ikki heilaga navn mítt; eg vil vera heilagur millum Ísraelsmenn. Eg eri Harrin, hann, ið halgar tykkum, 33og leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at vera Guð tykkara. Eg eri Harrin!»

Currently Selected:

Triðja Mósebók 22: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in