Triðja Mósebók 24
24
Um ljósastakan
1Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 2«Bjóða Ísraelsmonnum at taka tær reina olju úr stoyttum oljuberjum til ljósastakan, so at lampurnar altíð kunnu verða uppsettar. 3Í samfundartjaldinum uttan fyri vitnisburðarfortjaldið skal Áron tilreiða tær, so at tær altíð mega brenna frammi fyri Harranum frá kvøldi til morguns. Hetta skal vera ævig skipan í øllum ættarliðum tykkara. 4Hann skal gera lampurnar til á gullljósastakanum frammi fyri Harranum, so at tær altíð mega brenna.
Um sýnisbreyðini
5Og tú skalt taka fínt mjøl og baka úr tí tólv køkur; tveir tíggjundapartar úr efu skulu vera í hvørjari køku. 6Tær skalt tú leggja í tvey røð, seks í hvørt raðið, á gullborðið frammi fyri Harranum. 7Á hvørt raðið skalt tú leggja reint roykilsi; tað skal aftur við breyðinum vera áminningaroffur av eldofri fyri Harranum. 8Hann skal støðugt hvønn hvíludag gera tey til frammi fyri Harranum. Hetta skal vera Ísraelsmonnum ævig sáttmálaskylda. 9Tey skulu Áron og synir hansara njóta, og teir skulu eta tey á heilagum staði; tí at tey eru háheilag og skulu ognast honum sum ævig rættindi av eldofrum Harrans.
Endurgjaldsrevsing
10Maður, hvørs móðir var ísraelitisk, men faðirin Egypti, fór á einum sinni út millum Ísraelsmenn; tá kom sonurin hjá teirri ísraelitisku konuni upp at klandrast við ísraelitiskan mann í herbúðunum. 11Og tá ið sonurin hjá teirri ísraelitisku konuni bølbað navnið og spottaði tað, leiddu teir hann fyri Móses. Móðir hans æt Sjelomit Dibrisdóttir av Dáns ætt. 12Og teir settu hann í varðhald, til teir fingu úrskurðin av munni Harrans. 13Tá talaði Harrin til Móses og segði: 14«Leið bølbiðjaran út um herbúðirnar; og allir, ið hoyrt hann hava, skulu leggja hendur sínar á høvur hans; síðan skal allur savnaðurin grýta hann til bana. 15Og tú skalt tala til Ísraelsmenn og siga: Hvør, ið bølbiður Guð sín, skal bøta fyri synd sína; 16og tann, ið spottar navn Harrans, skal eirindaleyst láta lív; allur savnaðurin skal grýta hann til bana, hvørt tað er útlendskur ella innborin maður, skulu teir týna lívið, tá ið teir bølbiðja navnið.
17Um einhvør verður manni at bana, skal hann láta lív; 18og verður hann djóri at bana, skal hann endurgjalda tað – aftur fyri livandi djór livandi djór. 19Tá ið maður verður tjóðfelaga sínum at meini, skal tað sama verða gjørt við hann, sum hann gjørdi við hin, 20beinbrot fyri beinbrot, eyga fyri eyga, tonn fyri tonn; sama mein, ið hann hevur gjørt øðrum, skal verða gjørt móti honum. 21Verður maður djóri at bana, skal hann endurgjalda tað; og verður hann manni at bana, skal hann láta lív. 22Tit skulu allir hava eina og somu lóg, bæði hin fremmandi og hin innborni; tí at eg eri Harrin, Guð tykkara!» 23Móses segði nú hetta fyri Ísraelsmonnum; og teir fluttu bølbiðjaran út um herbúðirnar og grýttu hann til bana. Ísraelsmenn gjørdu, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.
Currently Selected:
Triðja Mósebók 24: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society