Triðja Mósebók 25
25
Hvíldarár og fagnaðarár
1Og Harrin talaði við Móses á Sinai fjalli og segði: 2«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið tit koma inn í landið, sum eg man geva tykkum, tá skal landið halda Harranum hvíludag. 3Í seks ár skalt tú sáa bø tín og í seks ár snidra víngarð tín og bera inn grøði landsins. 4Men sjeynda árið skal landið halda fullkomuligan hvíludag, hvíludag fyri Harranum; tá mást tú ikki sáa og snidra víngarð tín. 5Tað korn, sum er vaksið sjálvsáað eftir innbering tína, mást tú ikki skera; og vínberini av ósnidraðu víntrøum tínum mást tú ikki tína; tað skal vera hvíludagsár fyri landið. 6Og tað, sum landið ber, meðan tað hvílir, skal vera tykkum til føðslu, tær og træli og trælkvendi tínum, bønarmanni tínum og niðursetumanni, sum hjá tær búgva; 7allur fenaður og øll villdjór í landinum skulu liva av gróðri tess.
8Og tú skalt telja sjey hvíludagsár fram, sjey ferðir, so at tíðarskeið teirra sjey hvíludagsára verður fjøruti og níggju ár. 9Tá skalt tú á tíggjunda degi í hinum sjeynda mánaðinum lata glymlúðurin ljóða; á sáttmáladegnum skulu tit lata lúðurin ljóða um alt land tykkara. 10Og tit skulu halga tað fimmtiunda árið og boða frælsi í landinum fyri allar íbúgvar tess, fagnaðarár skal tað vera tykkum; tá skal hvør maður venda aftur á óðal sítt, og hvør maður venda heim aftur til ættarfólks síns. 11Fagnaðarár skal fimmtiunda árið vera tykkum; tá mega tit ikki sáa og ikki skera tað sjálvvaksna kornið og ikki tína vínberini av tí ósnidraða vínviðinum. 12Tað er fagnaðarár; heilagt skal tað vera tykkum, og tit skulu eta tað, sum sprettur sjálvsáað úr jørðini.
13Á fagnaðarárinum skal hvør tykkara koma aftur á óðal sítt. 14Tá ið tú selur tjóðfelaga tínum eitthvørt ella keypir eitthvørt frá honum, tá mega tit ikki órætta hvør annan. 15Tá ið tú keypir nakað frá tjóðfelaga tínum, skalt tú telja árini síðan síðsta fagnaðarár; og tá ið hann selur tær nakað, skal hann telja, hvussu mong ár tú fert at bera inn. 16Eru mong ár eftir, skalt tú seta virðið høgt, og eru fá ár eftir, skalt tú seta virðið lágt; tí at tað eru so og so mangar innberingar, hann selur tær. 17Tit skulu ikki órætta hvør annan; men tú skalt óttast Guð tín; tí at eg eri Harrin, Guð tykkara!
18Haldið fyriskipanir mínar og varðveitið lógir mínar og haldið tær; tá skulu tit búgva tryggir í landinum, 19og tá man landið geva av sær grøði sína, og tit skulu eta og verða mettir og búgva har tryggir. 20Men siga tit nú: Hvat skulu vit eta sjeynda árið, tá ið vit hvørki mega sáa ella bera inn grøði okkara? 21tá vitið, at sætta árið sendi eg tykkum signing mína, so at tað gevur av sær tríggja ára grøði. 22Áttanda árið mega tit sáa; men tit skulu liva av gomlum gróðri til hitt níggjunda árið; til tað hevur givið av sær gróðurin, skulu tit liva av gamlari grøði.
23Jørðin má ikki verða seld med alla, tí at hon er mín, og tit eru bert útisetar og niðursetumenn hjá mær. 24Í øllum tí landi, ið tit fáa at eiga, skulu tit geva loyvi til, at jørð verður loyst aftur. 25Verður bróðir tín fátækur og má selja nakað av jørð síni, tá skal loysnarmaður hansara, tann, sum honum er næstur, koma og loysa tað, sum bróðir hansara hevur selt. 26Hevur maður ongan loysnarmann og verður sjálvur førur fyri at loysa jørðina aftur, 27tá skal hann telja árini, sum liðin eru, síðan hann seldi; og eina fyri ta tíð, sum eftir er, skal hann gjalda tí manni, sum hann seldi til, og taka síðan aftur við jørð síni. 28Men eigur hann ikki nóg mikið til at loysa hana aftur við, tá skal hon alt til fagnaðarárið verða í hondum keyparans, ið hann seldi hana til; men tá ið fagnaðarárið er komið, skal hon verða latin úr hondum; og tá skal hann fáa jørð sína aftur.
29Selur maður sethús í múrgirdari borg, eigur hann einans fyrsta árið eftir, at hann seldi tað, heimild at loysa tað aftur; loysnarrættur hansara skal eina vara eitt ár. 30Men verður tað ikki loyst aftur, áðrenn ár er liðið, tá skal hús í múrgirdari borg ognast honum, ið keypti tað, og eftirkomarum hansara; tað skal ikki verða latið úr hondum fagnaðarárið. 31Men hús í torpum, sum ikki hava múrar alt íkring, skulu teljast bóndaland; tey mega verða loyst aftur, og fagnaðarárið skulu tey verða latin úr hondum. 32Men húsini í teimum borgum, sum hoyra Levitunum til, tey skulu Levitarnir altíð eiga heimild at loysa. 33Og um einhvør av Levitunum ikki loysir aftur tað húsið, sum hann seldi í einihvørji borg, ið teimum hoyrir til, tá skal tað verða latið úr hondum fagnaðarárið; tí húsini í borgum Levitanna eru óðalsogn teirra millum Ísraelsmenn. 34Heldur ikki má jørðin, ið hoyrir til borgir teirra, verða seld, tí at hon er æviga óðalsogn teirra.
35Kemur bróðir tín í fátækt hjá tær og verður ósjálvbjargin, tá skalt tú veita honum dugnað, so at hann, ið hvussu er, má búgva hjá tær sum útiseti ella niðursetumaður. 36Tú mást ikki taka av honum fæleigu, heldur ikki eykagjald, men tú skalt óttast Guð tín og lata bróður tín búgva hjá tær. 37Tú mást ikki taka fæleigu fyri silvur títt, sum tú lænir honum, heldur ikki eykagjald fyri tann mat, sum tú gevur honum. 38Eg eri Harrin, Guð tykkara, sum leiddi tykkum út úr Egyptalandi til tess at geva tykkum Kánáanland og vera Guð tykkara.
39Kemur bróðir tín í fátækt hjá tær og má selja seg til tín, tá mást tú ikki bjóða honum trælakor; 40sum bønarmaður ella niðursetumaður skal hann búgva hjá tær og tæna tær til fagnaðarárið; 41tá skal hann verða frælsur aftur, hann og børn hansara, og fara heim aftur til ættarfólk sítt, á óðal fedra sína, 42tí at teir eru tænarar mínir, sum eg leiddi út úr Egyptalandi; ikki mega teir verða seldir eins og trælir verða seldir. 43Tú mást ikki valda honum við hørðum, tú skalt óttast Guð tín. 44Men er tykkum tørvur á trælum og trælkvendum, skulu tit keypa tey av teimum tjóðum, ið búgva kring um tykkum; 45eisini mega tit keypa tykkum trælir av børnum hjá teimum niðursetumonnum, sum búgva í útisetri hjá tykkum, og av ættarfólki teirra, sum hjá tykkum býr og er gitið í landi tykkara; tey skulu verða ogn tykkara. 46Tey skulu tit lata børn tykkara fáa í arv og til ognar eftir tykkum, so at tey verða trælir hjá tykkum allar tíðir; men yvir brøðrum tykkara, Ísraelsmonnum, mega tit ikki valda við harðskapi, bróðir yvir bróður.
47Tá ið útisetin ella niðursetumaðurin hjá tær verður ovurríkur, men bróðir tín í grannalagi hansara kemur í fátækt og má selja seg til útisetan ella niðursetumannin hjá tær ella onkrum av ætt útisetans, 48tá eigur hann heimild at verða loystur aftur, eftir at hann hevur selt seg; ein av brøðrum hansara skal loysa hann aftur, 49ella faðirbróðir hansara ella sonur faðirbróður hansara ella næsta skyldmenni av ætt hansara, ella hann verður sjálvur førur fyri at loysa seg aftur. 50Tá skal hann saman við honum, ið keypti hann, telja árini frá tí, hann seldi seg til hansara, og til fagnaðarárið; søluvirði hansara skal samsvara hesum áramáli; og tey árini, hann hevur verið hjá honum, skal hann hava verið sum bønarmaður. 51Eru enn mong ár eftir, tá skal hann samsvarandi teimum rinda í loysnargjaldi av tí fæi, sum hann var seldur fyri. 52Og eru fá ár eftir til fagnaðarárið, skal hann rokna honum tey til og greiða loysnargjald sítt fyri tey ár, ið eftir eru. 53Sum bønarmaður skal hann ár um ár vera hjá honum; tú mást ikki taka útyvir, tá ið tú sært hann valda honum við harðskapi. 54Men verður hann ikki loystur á henda hátt, skal hann verða frælsur aftur fagnaðarárið, bæði hann og børn hansara. 55Tí at hjá mær eru Ísraelsmenn trælir; teir eru mínir trælir, sum eg leiddi út úr Egyptalandi. Eg eri Harrin, Guð tykkara!
Currently Selected:
Triðja Mósebók 25: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society