YouVersion Logo
Search Icon

Fjórða Mósebók 4

4
Størv Levitanna
1Harrin talaði við Móses og Áron og segði: 2«Tak millum Levi sona manntal av sonum Kehats eftir kyntáttum og ættum teirra, 3øllum vígførum frá tríati ára aldri og haðan eldri til fimmti ára aldurs, øllum, sum í einumhvørjum staði gera tænastu við samfundartjaldið. 4Við hetta skulu synir Kehats tæna í samfundartjaldinum – hitt háheilaga. 5Tá ið herurin flytur úr stað, skulu Áron og synir hans ganga inn og taka niður hitt innara fortjaldið og hylja vitnisburðarørkina við tí; 6og oman yvir tað skulu teir leggja áklæði av sækúgvaskinni og aftur oman yvir tað breiða klæði, sum alt er av bláum purpuri, og síðan seta stengurnar í. 7Á sýnisbreyðaborðið skulu teir breiða klæði av bláum purpuri og seta á køskir og kannur, offurbollar og droypioffurskálir og breyðini, sum altíð skulu vera á tí. 8Oman yvir alt hetta skulu teir breiða skarlaksklæði og aftur oman yvir tað leggja áklæði av sækúgvaskinni og seta síðan stengurnar í. 9Síðan skulu teir taka av bláum purpuri og leggja yvir ljósastakan og lampur hans, ljósasaksar og skarpannur og øll oljuílát, sum nýtt verða við hann; 10og teir skulu sveipa hann og øll amboð hans í áklæði av sækúgvaskinni og leggja tað á børur; 11yvir gullaltarið skulu teir somuleiðis breiða klæði av bláum purpuri og aftur oman yvir tað leggja áklæði av sækúgvaskinni og síðan seta stengurnar í; 12og teir skulu taka øll amboð, sum nýtt verða til tænastuna í halgidóminum, sveipa tey í klæði av bláum purpuri og oman yvir tað leggja áklæði av sækúgvaskinni og síðan leggja tað á børurnar. 13Framvegis skulu teir sópa øskuna av altarinum og breiða yvir tað klæði av reyðum purpuri 14og á tað leggja øll amboð tess, ið nýtt verða á tí við tænastuna, eldpannurnar, soðkrókarnar, eldspakarnar og offurbollarnar, øll amboð altarsins, og leggja yvir tað áklæði av sækúgvaskinni og síðan seta stengurnar í. 15Og tá ið Áron og synir hans hava lokið at breiða yvir halgidómin og øll amboð halgidómsins, og herurin flytur úr stað, tá skulu synir Kehats ganga fram og taka undir at bera; men teir mega ikki nema við halgidómin, til tess at teir skulu ikki týna lívið. Hetta er tað, sum synir Kehats hava at bera av samfundartjaldinum. 16Eleazar, sonur Árons prests, skal hava umsjón yvir oljuni til ljósastakan, hinum vælangandi roykilsinum, hinum dagliga grónofrinum, salvingaroljuni og umsjón yvir øllum tjaldtemplinum og yvir øllum lutum og øllum amboðum, sum í halgidóminum eru.»
17Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: 18«Latið ikki kyntættir Kehatsættar verða avoyddar millum Levitanna. 19Tí skulu tit gera hetta fyri teir, til tess at teir mega verða á lívi og ikki doyggja, tá ið teir nærkast tí háheilaga. Áron og synir hansara skulu koma og leggja teimum lag á, hvat teir eiga at gera, og hvussu teir skulu bera, 20til tess at teir ikki mega bera eyga við tað minsta sindur av halgidóminum, tí at annars týna teir lívið.»
21Og Harrin talaði við Móses og segði: 22«Tak eisini manntal av sonum Gersjons eftir kyntáttum og ættum teirra; frá tríati ára gomlum og haðan eldri til fimmti ára aldurs, 23allar vígførar skalt tú kanna og skipa teimum tænastu við samfundartjaldið. 24Hetta er tænasta Gersjonita, tað, sum teir eiga at starva við og bera: 25Teir skulu bera tjalddúkar tjaldtempulsins, samfundartjaldið og tak tess og takið av sækúgvaskinnum, sum er oman á tí, og fortjaldið fyri durum samfundartjaldsins; 26og framvegis forgarðstjøldini og fortjaldið fyri inngongd forgarðsins, ið liggur kring um tjaldtemplið og altarið, tjaldreip og øll amboð, sum har verða nýtt; alt, sum er at gera við hetta, skulu teir gera. 27Eftir boði Árons og sona hans skulu Gersjonitarnir gera alla tænastu sína bæði viðvíkjandi tí, sum teir eiga at bera, og tí, sum teir eiga at starva við. Tit skulu fyriskipa teimum gjølla alt, sum teir eiga at bera. 28Hetta er tænastustarv ættargreinar Gersjonita við samfundartjaldið, og Ítámar, sonur Árons prests, skal hava umsjón við tænastu teirra.
29Synir Merari skalt tú kanna eftir kyntáttum og ættum teirra, 30allar vígførar frá tríati ára aldri og haðan eldri til fimmti ára aldurs skalt tú kanna og skipa teimum tænastu við samfundartjaldið. 31Starv og øll tænasta teirra við samfundartjaldið skal vera at bera tiljuborð tjaldtempulsins, lokur tess, stólpar og undirstabbar teirra, 32og somuleiðis stólparnar kring forgarðin og undirstabbar teirra, tjaldhælir og reip og øll tey amboð, sum verða nýtt í starvinum við alt hetta. Tit skulu fyriskipa teimum gjølla alt, sum teir eiga at bera. 33Hetta er tað, sum ættargrein Merarita eigur at gera, øll tænasta teirra við samfundartjaldið undir umsjón Ítámars, sonar Árons prests.»
34Móses og Áron og høvdingar savnaðarins kannaðu nú Kehatitarnar eftir kyntáttum og ættum teirra, 35allar vígførar frá tríati ára aldri til fimmti ára aldurs og skipaðu teimum tænastu við samfundartjaldið. 36Og teir, ið vóru kannaðir av teimum, komu upp í tvey túsund, sjey hundrað og fimmti. 37Hesir vóru teir kannaðu av kyntáttum Kehats, allir, ið starvaðu við samfundartjaldið, og sum Móses og Áron kannaðu eftir boði Harrans við Mósesi.
38Og teir, ið kannaðir vóru av Gersjonitum eftir kyntáttum og ættum teirra, 39allir vígførir frá tríati ára aldri og haðan eldri til fimmti ára aldurs, ið fingu tænastu við samfundartjaldið, 40teir, ið kannaðir vóru av teimum eftir kyntáttum og ættum teirra, komu upp í tvey túsund og seks hundrað og tríati. 41Hesir vóru teir kannaðu av ættargreinum Gersjonita, allir, sum starvaðu við samfundartjaldið, og sum Móses og Áron kannaðu eftir boði Harrans.
42Teir, ið kannaðir vóru av ættargreinum Merarita eftir kyntáttum og ættum teirra, 43allir vígførir frá tríati ára aldri og haðan eldri til fimmti ára aldurs, ið tænastu fingu við samfundartjaldið, 44teir, ið kannaðir vóru av teimum eftir kyntáttum teirra, komu upp í trý túsund og tvey hundrað. 45Hesir vóru teir kannaðu av kyntáttum Meraritanna, sum Móses og Áron kannaðu eftir boði Harrans við Mósesi.
46Allir, ið kannaðir vóru, som Móses og Áron og høvdingar Ísraels kannaðu av Levitunum eftir kyntáttum og ættum teirra, 47allir vígførir frá tríati ára aldri og haðan eldri til fimmti ára aldurs, allir, ið fingu arbeiði og burðartænastu við samfundartjaldið, 48teir, ið kannaðir vóru av teimum, komu upp í átta túsund og fimm hundrað og áttati. 49Eftir boði Harrans við Mósesi varð hvørjum einstøkum teirra fyriskipað, hvat teir skuldu starva við, og hvat teir áttu at bera; teimum varð fyriskipað tað, sum Harrin hevði boðið Mósesi.

Currently Selected:

Fjórða Mósebók 4: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in