Fjórða Mósebók 5
5
Um óreinar menn í herbúðunum
1Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 2«Bjóða Ísraelsmonnum, at teir skulu koyra út úr herbúðunum allar líktráar menn og allar, sum hava útflot, og somuleiðis allar, sum eru vorðnir óreinir av líki, 3bæði kallar og konur, tit skulu reka teir burtur út um herbúðirnar, so at teir ikki gera herbúðir sínar óreinar, har sum eg búgvi mitt ímillum teirra.» 4Ísraelsmenn gjørdu nú soleiðis og róku teir burtur út um herbúðirnar; eins og Harrin hevði boðið Mósesi, soleiðis gjørdu Ísraelsmenn.
Um bøtur fyri rangfingið fæ
5Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: 6«Sig við Ísraelsmenn: Tá ið kallur ella kona gera einahvørja av teimum syndum, sum menn koma fyri at gera, og svíkja Harran, og hesin sami maður verður sekur, 7tá skal hann játta ta synd, sum hann hevur gjørt og bøta fyri sekt sína við fullum virði og rinda fimting í viðbót afturat og geva honum tað, ið hann hevur gjørt seg sekan ímóti. 8Men hevur hesin maður ongan eftirmálsmann eftir seg, sum hin seki kann greiða sekt sína til, tá skal sektin, sum skal verða greidd, hoyra Harranum til og verða givin presti umframt sáttargerðarveðrin, sum hann skal veita honum sáttargerð við. 9Allur avskurður av halgigávum teimum, ið Ísraelsmenn bera prestinum, skal lutast honum; 10tað, sum hvør einstakur halgar, skal vera hansara ogn; tað, sum hann gevur prestinum, skal lutast honum.»
Um konu, sum hildin er at vera ótrúgv
11Og Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 12«Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Tá ið kona gerst marglát og roynist ótrúgv móti manni sínum, 13við tað at annar maður hevur samlegu við hana, uttan at maður hennara veit av tí, og uttan at hon verður uppifjarað, tó at hon hevur gjørt seg óreina, og uttan at nakað vitni er ímóti henni, og hon hevur ikki verið gripin á bóli, 14men yvir hann kemur vandlætisandi, so at hann verður illur við konu sína, sum vissuliga hevur gjørt seg óreina, ella vandlætisandi kemur yvir hann, so at hann verður illur við konu sína, tó at hon ikki hevur gjørt seg óreina, 15tá skal tann maður leiða konu sína fyri prestin og hava við sum offurgávu fyri hana ein tíggjundapart úr efu av byggmjøli; hann má hvørki hella olju yvir tað ella leggja roykilsi oman á tað, tí at tað er vandlætisgrónoffur, áminningargrónoffur, ið minnir á misgerð; 16presturin skal taka hana og leiða hana fram fyri Harran; 17og síðan skal presturin taka heilagt vatn upp í leirker og taka eitt sindur av dusti av gólvi tjaldtempulsins og lata tað upp í vatnið; 18tínæst skal presturin leiða konuna fram fyri Harran, loysa hár hennara og fáa henni upp í hendurnar áminningargrónofrið, tað er vandlætisgrónofrið, men í egnu hond síni skal presturin hava bølbiðingarinnar beiska vatn. 19Og presturin skal leggja konuni dýrt við og siga við hana: Hevur eingin maður havt samlegu við teg, og hevur tú ikki gjørt teg óreina við leysalevnað í hjúnalagi tínum, tá skalt tú sleppa óskalað undan hesum bølbiðingarinnar beiska vatni. 20Men hevur tú verið ótrúgv í hjúnalagi tínum og gjørt teg óreina, við tað at einhvør annar enn maður tín hevur havt samlegu við teg – 21presturin letur nú konuna gera bølbiðingarinnar eið og sigur við hana – tá lati Harrin teg verða til bølbiðing og eið millum fólk títt og lati lendar tínar hjadna og kvið tín trútna, 22og komi hetta bølbiðingarinnar vatn niður í indur tíni, so at kviður tín trútnar og lendar tínar hjadna! Og konan skal svara: Amen! Amen! 23Síðan skal presturin rita hesar bølbiðingar í bók og skola tær niður í hitt beiska vatnið 24og geva konuni bølbiðingarinnar beiska vatn at drekka, so at bølbiðingarinnar vatn kemur niður í indur hennara og elvir beiskleika. 25Síðan skal presturin taka úr hond konunnar vandlætisgrónofrið, reiggja tí framman fyri Harranum og bera tað at altarinum, 26og av grónofrinum skal presturin taka fullan neva sum áminningaroffur tess og brenna tað á altarinum, og síðan skal hann geva konuni vatnið at drekka; 27og tá ið hann hevur latið hana drekka vatnið, so skal hetta bølbiðingarvatn, um hon hevur gjørt seg óreina við trúloysi í hjúnalagnum, við at koma niður í hana verða til beiskleika, so at kviður hennara trútnar, og lendar hennara hjadna, og konan skal verða til bølbiðing millum fólk sítt. 28Men hevur konan ikki gjørt seg óreina, og hon er rein, tá skal tað ikki saka hana, og hon skal kunna fáa børn.»
29Hetta er lógin um vandlætisstríð, tá ið kona hevur verið ótrúgv í hjúnalag og gjørt seg óreina, 30ella vandlætisandi kemur yvir mann, og hann verður illur við konu sína, tá skal hann leiða konuna fram fyri Harran, og presturin skal fara við henni, eftir øllum, ið stendur í hesi lóg. 31Maðurin skal vera ósekur, men konan skal bera sekt sína.
Currently Selected:
Fjórða Mósebók 5: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society