Jóhannesar Evangelium 1
1
1 KAPITUL.
1Í FYRSTUNI var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Órðið var Gud.
2Tað var í fyrstuni hjá Gudi.
3Alt samt varð til við ti, og utan við ti bleiv alls einki til, sum til er.
4I ti var lív, og lívið var ljós mannanna.
5Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið fataði tað ikki.
6Maður kom, sendur frá Gudi, navn hans var Jóhannes.
7Hann kom til vitnisburðar, til tess at bera vitni um ljósið, at allir skuldu trúgva avhansara vitnisburði.
8Tað var ikki hann, ið var ljósið, men hann skuldi bera vitni um ljósið.
9Tað var hitt rætta ljósið, sum upplýsir hvðnn mann, tá tað kemur inn í heimin.
10Hann (t.e. ljósið) var í heiminum, og heimurin var skapaður við honum, og heimurin kendi hann ikki.
11Hann kom til sitt egið, og hans egnu tóku ikki við honum.
12Men so mangir, sum við honum tóku, teimum gav hann makt at verða Guds born, teimum ið trúgva á navn hans.
13Teir eru főddir, ikki út av blóði, ei heldur út av kjőts vilja, ei heldur út av mans vilja, men út av Gudi.
14Og Orðið varð kjőt og festi búgv imillum okkara, fult av náði og sannleika, og vit skoðaðu dyrd hans, eina dyrd sum hjá einbornum soni frá faðir sínum.
15Jóhannes ber vitni um hann og rópaði og segði: Hetta var hann, sum eg segði um: Hann, ið kemur eftir meg, er komin undan masr, ti hann var fyrr enn eg.
16Og av nøgd hans hava allir vit fingið, og tað náði fyri náði.
17Tí lógin er givin við Mosesar hond, náðin og sannleikin er komin við Jesus Kristus.
18Gud hevir eingin nakrantíð saeð; hin einborni sonurin, ið er í fangi faðirsins, hann hevir gjðrt hann kunnan.
19Og hesin er vítnisburður Jóhannesar, tá ið Jødarnir sendu frá Jerúsalem nakrar prestar og Levitar, at teir skuldu spyrja hann: Hvðr ert tú?
20Og hann jattaði og noktaði ikki, og hann viðgekk: Eg eri ikki tann Kristus.
21Og teir spurdu hann: Hvat tá? Ert tú Elías? Hann sigir: Ikki eri eg tað. Ert tú pro-feturin? Og hann svaraði: Nei!
22Tá sőgdu teir við hann: Hvor ert tú? at vit kunna geva teimum svar, ið okkumsendu; hvat sigir tú um teg sjálvan?
23Hann tók til orða: Eg eri „rőddin á einum, sum rópar í oyðimork: gerið slættan veg Harrans,“ sum Esaias profeturin segði.
24Og teir, ið sendir hvővdu verið, vóru av Earisearunum.
25Og teir spurdu hann og sőgdu við hann: Hvi doypir tú tá, tá ið tú ikki ert tann Kristus, ei heldur Elías, ei heldur profeturin?
26Jóhannes svaraði teimum og mælti: Eg doypi í vatni; mitt imillum tykkara stendur hann, sum tit ikki kenna, hann ið kemur eftir meg,
27Og hansara skótveingir eri eg ikki verðugur at loysa.
28Hetta barst til í Betániu hinumegin Jordan, har sum Jóhannes doypti.
29Dagin eftir sær hann Jesus koma gangandi til sin og sigir: Si, tað Guds lamb, sum ber heimsins synd!
30Hetta er hann, sum eg segði um: Eftir meg kemur maður, ið hevir verið undan mær, ti hann var fyrr enn eg.
31Eisini eg, eg kendi hann ikki; men til tess at hann skuldi verða opinberligur fyri Israel, ti eri eg komin og doypi í vatni.
32Og Jóhannes vitnaði og segði: Eg sá andan fara niður av himli í dúvu liki, og hann varð verandi yvir honum.
33Eisini eg, eg kendi hanu ikki, men hann, ið sendi meg at doypa í vatni, hann segði við meg: Tann sum tú sært andan koma niður yvir og verða verandi yvir, hann er tann, sum doypir í heilðgum anda.
34Sjálvur havi eg saeð tað og vitnað tað, at hesm sami er sonur Guds.
35Dagin eftir stóð Jóhannes upp aftur har og tveir av lærisveinum hans.
36Og hann hugdi fast at Jesusi, sum kom gangandi, og segði; Si, tað Guds lamb,
37Teir tveir laeisveinarnir hoyrdu hann tala, og teir fylgdu Jesusi.
38Jesus vendi sser við, og tá ið hann sá teir fylgja, sigir hann við teir:
39Hvőrjum leita tit eftir? Men teir sőgdu við hann: Rabbi (sum útlagt tyðir: lærari), hvar hevir tú tilhald?
40Hann sigir við teir: Komið Og síggið! Teir komu tá og sou, hvar hann hevði tillíald, ogvóru hjá honum um dagin; tað varum tann tíggjunda tíman.
41Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar teirra, ið hóvdu hoyrt tað av Jóhannesi og fylgt honum.
42Hann finnur fyrst sin egna bróður Símun og sigir við hann: Vit hava funnið Messías (tað er útlagt: Kristus t.e.: salvaður).
43Hann leiddi hann til Jesúsar. Jesus hugdi fast at honum og segði: Tú ert Símun, sonur Jóhannesar; tú skalt eita Kefas (tað útlegst: Petrus t.e. klettur).
44Dagin eftir bjóst hann at sara burtur til Gálíleu, og hann finnur Filippus. Og Jesus sigir við hann: Fylg tú mær!
45Men Filippus varúr Betsáidu, úr bygd teirra Andríasar og Pæturs.
46Filippus finnur Natánael og sigir við hann: Vit hava funnið hann, sum Móses í lógini og profetarnir hava skrivað um, Jesus, son Jósefs, úr Názaret.
47Natánael segði við hann: Kann nakað gott vera úr Názaret? Filippus sigir við hann: Kom og síggj!
48Jesus sá Natánael koma til sin og segði um hann: Sí, har er sanniliga ein ísraelsmaður, sum fals byr ikki í.
49Natánael sigir við hann Hvaðani kennir tú meg? Jesus svaraði og segði við hann: Aðrenn Filippus rópaði teg, sá eg teg, meðan ið tú vart undir fikutræinum.
50Natánael svaraði honum aftur: Rabbi, tú ert Guds sonur, tú ertkongur Israels!
51Jesus svaraði og segði vio hann: Tú tryrt, ti at eg segði tær, at eg sá teg undir fikutræinum; tað ið meiri er enn hetta mant tú fáa at síggja.
52Og hann sigir við hann: Sanniliga, sanniliga, sigi eg tykkum: frá, hesi stund munu tit síggj a himmalin opnan og Guds einglar stíga upp og stíga niður yvir mansins son.
Kasalukuyang Napili:
Jóhannesar Evangelium 1: FAO1908
Haylayt
Ibahagi
Kopyahin
Gusto mo bang ma-save ang iyong mga hinaylayt sa lahat ng iyong device? Mag-sign up o mag-sign in
historical text publoshed by Scripture Gift Mission (Lifewords) and maintained by the British and Foreign Bible Society