Og tað skulu verða tekin í sól og mána og stjørnum, og á foldini munnu tjóðflokkar kvíða í ráðloysi, tí at hav og sjógvar bróta, meðan menn ørmaktast av ótta og stúran fyri tí, ið koma skal yvir jarðarríkið; tí at skakast skulu himmalsins kreftur. Og tá skulu tey síggja menniskjusonin koma í ský við mátti og miklari dýrd.